26-08-2011
Umvæling av ognini Hoydalsvegur 1

ÚTBJÓÐING: Við hesum verður arbeiðið at umvæla ognina Hoydalsvegur 1 boðið út í almenna lisitatión sum høvuðsarbeiðstøka.

Ognin Hoydalsvegur 1, sum fyri nøkrum árum síðani var næmingaheim, var fyri einum eldsbruna í desember 2010. Húsini hava staðið tóm seinastu 2 – 3 árini, og skulu nú brúkast sum karmur um virksermi hjá STUDNI.

Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
- Nýggjan klimaskerm
- Nýinnrætting
- Nakað av lendisarbeiði

Høvuðsarbeiðstøkan umfatar: Timbur-, snikkara-, gólv-, málara-, HVS-,  elarbeiði og lendisarbeiði, umframt samskipan av hesum.

Ástaðarfundur verður fríggjadagin 2. september 2011 kl. 10.00.

Lisitatiónin verður fríggjadagin 16. september 2011 á Landsverki. Tilboðið skal latast inn í afturlatnum brævbjálva við skrivaðum einleikaprísum á tilboðslistanum.

Tilboðið verður givið við fylgjandi sum grundarlagi:

1. ABF 06 við almennum broytingum og ískoytum.
2. Hetta útbjóðingarskriv.
3. Trú- og heiður váttan.
4. Frágreiðing/Felagstreytir.
5. Tilboðsskjøl við tilboðslistum.
6. Tekningar 100, 110, 111, 112, 120, 130 og 135.
7. Tíðarætlan.
8.  Møgulig rættingarskriv, ið send verða áðrenn tilboðsinnlating.


Møguligir spurningar eiga at verða settir í seinasta lagi mánadagin 12. september 2011. Vinarliga set teg í samband við biba@lv.fo

Úrslit: