Í vetur hava smiðirnir hjá Landsverki á Lambareiði m.a. fingist við at høvuðsumvæla ein forknúsara frá 1984. Forknúsarin knúsar grót niður í støddirnar 0-250 mm. Forknúsarin stóð í grótbrotinum á Lambareiði og varð tikin niður, tá virksemið varð flutt niðan á Hústoft.
Eftir at hava umvælt forknúsaran, hava smiðirnir saman við monnum í Hundsarabotni sett hann upp í grótbrotinum í Hundsarabotni.