ORKUVEITING: Í morgin verður eitt nýtt umhvørvisvinarligt hitaverk tikið í nýtslu við Maskinstøðina hjá Landsverki í Kollafirði. Hitaverkið, sum avloysir oljufýrda anleggið, nýtir sonevndar træperlur sum brennievni. Umframt at vera CO2-neutralt, kemur hetta at merkja eina munandi sparing í hitaútreiðslunum á Maskinmiðstøðini.
Tað hevur leingi verið kent, at sparingar kunnu gerast við at leggja um til fýring við lívrunnum brennievni heldur enn olju. Landsverk heldur tað vera skilagott at royna nakað alternativt til olju og samstundis flyta seg inn á ein meiri umhvørvisvinarligan veg, har hetta letur seg gera.
Í 2009 vórðu kanningar gjørdar av orkunýtsluni í almennum bygningum í Føroyum, og niðurstøðan var, at stórir møguleikar eru fyri orkusparingum í sambandi við upphiting av bygningum.
Í samstarvi við fyritøkuna S/pf Grøn Orka í Funningsfirði er eitt umhvørvisvinarligt hitaverk júst sett upp við Maskinmiðstøðina í Kollafirði. Avtalan er soleiðis háttað, at tað er fyritøkan, sum eigur og rekur hitaverkið og haðani selur hita til Landsverk. Hetta fyri ein kostnað, sum er munandi lægri, enn útreiðslurnar eru til at framleiðslu av hita og heitum vatni við einum oljufýrdum anleggi.
Umframt sparingingar í krónum og oyrum, er nýggja hitaverkið við biobrenning umhvørvisvinarligt, tí tað er CO2-neutralt.
Tilfarið til biobrenningina er avlop frá timburframleiðslu á serliga sagverkum, sum verður kroyst saman í sonevndar træperlur, ið verða nýttar sum brennievni. Sostatt er ikki neyðugt at fella trø til hesa framleiðslu.
Fríggjadagin 14. desember klokkan 13.30 verður móttøka á Maskinmiðstøðini í Kollafirði, har landsstýrismaðurin í umhvørvismálinum, Kári P. Højgaard, verður hjástaddur, tá nýggja biobrenniverkið, sum er tað fyrsta av sínum slagi, ið fer at veita hita til ein almennan bygning her á landi, verður tikið í nýtslu.
Um nakar vil vita meira um hetta, ber til at seta seg í samband við kunningartænastuna á Landsverki, tlf. 290 804.