15-12-2008
Umhvørvisskatt og minni ferð
CO2-TILMÆLI: Bilarnir skulu seta ferðina niður. Umhvøvisskattur skal leggjast á brennievnið. Ferðastuðulin at koyra persónbil millum heim og arbeiðspláss skal takast av. Busskoyring skal vera ókeypis. Hetta mælir ein veðurlagsbólkur undir landsstýrinum til

Ein virkisætlan, sum skal skerja føroyska útlátið av veðurlagsgassi fram til 2020 við 35 %, varð kunngjørd á almennari ráðstevnu á Hotel Føroyum mánadagin.

Í tilmælinum “Skjótt syftir seiðir – og tunga takið” verður mælt til nógv og viðgongd tiltøk, har bæði samfelagið og tann einstaki taka smærri og størri tøk í royndinum at minka útlátið av veðurlagsgassi í Føroyum. Eisini ferðslan skal minka um dálkingina.

Ferðhámark: 70 km/t

Bólkurin ger vart við, at CO2-útlátið er knýtt beinleiðis at ferðini hjá akførunum. Fyri persónbilar er orkunýtslan minst, tá ið ferðin er jøvn, einar 50-70 km/t. Tá ferðin verður økt úr 70 km/ upp í 90 km/t veksur orkunýtslan 10 % fyri persónbilar og 25 % fyri tunga ferðslu.

Tískil mælir bólkurin til at seta í verk tiltøk fyri at fáa fólk at virða hámarksferðina “ella at seta hámarksferðina niður á 70 km/t utanfyri bygt øki”. Bólkurin heldur, at lýsingartiltøk og økt eftirlit eru rætta leiðin at ganga fyri at fáa ferðina niður.

CO2-avgjald á brennievni

Sambært lógini um motorakfør, sum kom fyrr í ár, er skrásetingargjaldið ásett soleiðis, at bilar við høgum CO2-útláti gjalda hægri gjald enn reinari bilar. Av tí at tað tekur fleiri ár at endurnýggja bilaflotan kunnu tað fara at ganga nøkur ár áðrenn tiltakið fer at merkjast, ásannar arbeiðsbólkurin, sum mælir til at farið verður eitt stig víðari.

Mælt verður til, at eitt CO2-avgjald verður lagt á diesel og benzin. Upphæddin skal vera so mikið stór at hon veruliga merkist hjá brúkarunum. Eitt slíkt avgjald fer at elva til at enn fleiri fara at velja sær bilar við lágum CO2 útláti, umframt at fleiri heldur fara at koyra í bussi fyri at spara, verður sagt.

Avtakið ferðastuðulin

Í dag fáa føroyingar, sum hava langt til arbeiðis eitt ávíst kilometurgjald fyri at koyra í persónbili millum heimið og arbeiðsplássið. Veðurlagsbólkurin heldur, at ferðastuðulin kann vera orsøk til eitt óneyðuga høgt útlát frá ferðsluni, og mælir til at avtaka stuðulin.

“Hettar fer at eggja fólki til at nýta felagsferðsluna, serliga um tað verður ódýrari ella ókeypis, skrivar bólkurin, sum mælir til, at tað skal vera ókeypis hjá fólki at koyra við Bygdarleiðum.

Arbeiðsbólkurin ger vart við, at talið á teimum, ið ferðast í bili millum heim og arbeiði er nógv økt tey seinastu árini og hetta sæst aftur í øktari ferðslu. Tí eiga fólk at verða eggjað til at koyra fleiri saman í bili, tá ið tey fara til arbeiðis, heldur bólkurin.

Skerjing: 1 %

Mælt verður til, at ferðslan, sum í dag stendur fyri 13 prosentum av samlaða útlátinum, minkar útlátið 1 prosent fram til 2020. Hetta er lítið afturímóti skerjingini, sum t.d. verður skotin upp fyri ávikavist orkuframleiðsluna og føroyska fiskiskipaflotan, sum eisini eru størri dálkingarkeldur.

Veðurlagsbólkurin heldur, at neyðugt er við tiltøkum, so at ferðslan gerst meira umhvørvisvirnarlig. Bólkurin leggur tó dent á, at hesi tiltøk mugu ikki skerja mobilitetin, sum er so týdningarmikil fyri fólk og samfelag.

Úrslit: