Lærlingur til maskinmiðstøðina í Kollafirði

Dámar tær væl bilar og stórar maskinur? Ert tú ágrýtin, hevur gott handalag og ynskir at fáa eina útbúgving? So er tað kanska tær vit leita eftir.  

Vit sóknast eftir arbeiðssomum maskinsmiðjulærlingi til maskinmiðstøðina í Kollafirði. 

Arbeiðsuppgávur 
Í lærutíðini fært tú góða upplæring og sleppir at loysa nógvar spennandi arbeiðsuppgávur. Tær fevna um feilfinning, umvæling og viðlíkahald av bilum, entreprenørmaskinum og øðrum maskinútbúnað hjá Landsverki.  

Sum lærlingur verður tú ein partur av okkara dugnaliga smiðjutoymi, og fert eisini at skula út á onnur arbeiðspláss hjá Landsverki, tá tey hava tørv á hjálp frá smiðjunum. 

Førleikakrøv 
Tú hevur lokið fólkaskúlan og hevur áhuga í maskinum og tøkni. Tað er ein treyt, at tú hevur vanligt koyrikort. Harafturat kann tað vera ein fyrimunur at hava nakað av starvsroyndum. 
 
Tú ert ágrýtin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Eisini vænta vit, at tú ert fyrikomandi, dugnalig/-ur og arbeiðssom/-samur.  

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum   
 
Setanarviðurskifti  
Løn og setanartreytir annars verða sambært lærlingasáttmálanum millum Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkanna og Fíggjarmálaráðið. Lærutíðin er 4 ár og endar við eini sveinaroynd. Møguleiki er fyri at stytta lærutíðina, um tú hevur 1. & 2. skúlaskeið. 
 
Umsóknir 
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast okkum, við at trýsta á knøttin "Send umsókn", á hesi síðu.  

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. mai 2024.  
 
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Magna Berg, smiðjuformann, á tlf. 290751 ella á teldupost mabe@lv.fo.
Úrslit: