Vilt tú leiða føroyska samferðslukervið inn í framtíðina?


Landsverk søkir eftir leiðara til deildina fyri Infrakervi, sum hevur til uppgávu at varðveita landsins infrakervi og tryggja ferðsluna á tí - nú og í framtíðini.
Visiónin fyri samferðslukervi okkara er “Føroyar – ein býur”. Landið skal vera knýtt saman á ein hátt, sum ger, at ferðatíðirnar í Føroyum kunnu samanberast við ein stórbý uttanlands. Visiónin lýsir avbjóðingina og uppgávuna hjá deildarleiðaranum á Infrakervi í stuttum.
Samferðslukervið er óloysiliga tengt at menningini í samfelagnum. Við útbyggingini av samferðsluni koma stór lop frameftir, og sæð í tí ljósinum sæst týdningurin á landsvegum, brúm, havnum, tyrlupallum og ikki minst upplýsingar um veður og vind, alduhædd og tilbúgving landsins.
Deildarleiðarin á Infrakervi skal síggja ta stóru myndina, samstundis sum syrgt verður fyri, at teir avgerandi smálutirnir fáa tað uppmerksemi, teir krevja. Tað snýr seg um gerandistrygd, so sum holini í vegnum ella gapini í autoverjuni, samstundis sum stórir tankar um flutningstrygd, smidleika og samfelagsgagn skulu hugsast.
Leiðarin á deildini fyri Infrakervi hevur til uppgávu at leiða deildina, raðfesta uppgávurnar og tryggja, at tilfeingið hjá Landsverki verður brúkt so skynsamt, sum gjørligt, til gagns fyri borgararnar í Føroyum. Leiðarin er somuleiðis partur av leiðsluni á Landsverki og umsitur játtanina til infrakervið.
Krøv og væntanir
Hóskandi hægri útbúgving, so sum verkfrøði ella onnur samsvarandi útbúgving. Dentur verður lagdur á leiðsluførleikar og leiðsluroyndir. Samskiftishegni, bæði undir tveimum eygum og í størri samanhangum, eru týðandi eginleikar, á sama hátt sum eginleikin at skapa fylgiskap vigar tungt.
Bóltarnir eru nógvir í luftini í senn, og allir skulu lenda á rætta fíggjarliga stað, so vit leggja dent á førleikar og royndir at skipa arbeiðið og at halda settar fíggjarætlanir.
Áhugi og vitan um føroyska samfelagið hava týdning, tí neyðugt er at hava fingurin á samfelagspulsinum.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal sendast okkum við at trýsta á "Send umsókn" ovast á hesi síðu. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. mars 2023.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sigurd L. Lamhauge, stjóra, á tlf. 290 801 ella sila@lv.fo