Fulltrúi til Deildina fyri Infrakervi - farloyvisstarv

Dugir tú at greina torgreidd mál og at samskifta við nógv ymisk fólk? Vilt tú vera við til at skapa góðar loysnir til borgarar, tað almenna og áhugafeløg á samferðsluøkinum? So gleða vit okkum til at fáa tína umsókn.

Tín høvuðsuppgáva verður at viðgera mál eftir landsvegalógini og aðrari lóggávu, sum er viðkomandi á samferðsluøkinum. Ein týðandi partur av arbeiðinum verður innan almenna fyrisiting, eitt nú at vegleiða almennar myndugleikar, borgarar og áhugafeløg um t.d. ferðsluætlanir, ferðslutrygd, bygging og grevstur fram við landsvegunum umframt viðgera mál um tyrlupallar og havnir. Tú skalt meta um umsóknir og klagur, taka og skriva væl grundaðar avgerðir. Arbeiðið krevur, at tú dugir at savna og greina upplýsingar og miðla torgreidd mál.

Tað er ikki eitt krav, at tú ert serfrøðingur í lógartilfarinum – tað kunnu vit læra teg! Tó er týðandi, at tú hevur áræði, góð greiningarevni og arbeiðir miðvíst og skipað.

Samskiftir væl og miðar eftir loysnum
Tú fert at samstarva við starvsfelagar á Landsverki, ið hava ein annan yrkiskunnleika enn tú. Tínir uttanhýsis samstarvsfelagar eru m.a. kommunur, landsstovnar, ferðslugrannskoðarar, løgreglan, Ráðið fyri ferðslutrygd, áhugafeløg og borgarar. Harumframt verður møguleiki at taka lut í norðurlendskum netverkum á samferðsluøkinum. Tí er týdningarmikið, at tær dámar væl at hava samband við nógv ymisk fólk, og at tú dugir væl at samskifta við ymiskar málbólkar.

Tað er ein treyt, at tú dugir væl føroyskt, bæði í skrift og talu.

Tað týdningarmesta er, at tú hevur góð samráðingarevnir og skilir áhugamálini og tørvin hjá øðrum og dugir at finna gagnligar loysnir á torgreiddum málum. Tú ert forvirkin og ert ofta tann fyrsta/i at seta teg í samband við einhvønn.

Arbeiðir skipað og dugir at raðfesta
Tú hevur yvirlit og dugir væl at leggja arbeiðsdagin til rættis. Tú tekur ábyrgd av at loysa egnar uppgávur, men biður eisini um hjálp frá øðrum, um tú hevur ivamál. Viðhvørt fært tú uppgávur, ið hava skund, og tað megnar tú væl at raðfesta. Tú verður ein partur av einari lítlari deild, har vit hjálpast at, og ert til reiðar at veita eina hjálpandi hond, eisini um uppgávan er uttanfyri títt arbeiðsøki.

Faklig bakgrund
Tú hevur miðallanga ella langa útbúgving. Tað kundi t.d. verið  innan fyrisiting, verkfrøði, løgfrøði ella stjórnmálafrøði, men tín útbúgvningarleið er ikki avgerandi.

Tú kanst hava drúgvar royndir ella vera nýútbúgvin við góðari, fakligari barlast.

Vælkomin á deildina
Tú verður ein partur av Deildini fyri Infrakervi, har vit í løtuni eru sekstan starvsfólk við ymiskum yrkiskunnleika. Tínir starvsfelagar fáast við m.a. samferðsluætlan, ferðsluskrásetingar og -trygd,  tilbúgving, veðurmátingar, ætlanir um nýgerð og viðlíkahald og útboð av vega- og tunnilsgerð.

Løn og setan

Talan er um farloyvisstarv fulla tíð í umleið eitt ár.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum FMR og avvarðandi fakfelag. Tænastustaðurin er í løtuni á skrivstovuni í Havn.  Starvsetti má tola broytingar í starvinum.

Umsóknir

Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast okkum umvegis teigin "Send umsókn" og vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. desember 2026.

Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðara á tlf. 340 873 ella t-post
daho@lv.fo.
Úrslit: