Maskinførari til vegahaldið

Vilt tú vera við til at tryggja, at samfelagshjólini mala, og fólk sleppa til arbeiðis hvønn morgun? Nú hevur tú møguleikan. Landsverk sóknast eftir dugnaligum og álítandi arbeiðsfólki/maskinførara til meginøkið at byrja skjótast gjørligt. 

Arbeiðsuppgávur 
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald av landsvegum, herundir kavarudding, reinhald av økjum upp at vegnum, umvæling/útskifting av vegalutum og arbeiði í sambandi við brádligan skaða. 

Førleikar 
Vit vilja røkka best møguligum úrslitum og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, dugnalig/-ur, og at tú ert likamliga væl fyri. 

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávunum. 

Viðkomandi handverkslig útbúgving kann vera ein fyrimunur, men er ikki nakað krav. Kranaloyvi D, umframt royndir við krana og at koyra entreprenørmaskinur eru ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið. 

Setanarviðurskifti 
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Fasti arbeiðsstaðurin er í Kollafirði, tó skulu øll starvsfólk á deildini kunna arbeiða aðrastaðni á deildini, um tørvur er á tí. 

Í sambandi við vetrarhaldið má roknast við tilkallivakt og yvirtíðararbeiði. Tá kann eisini væntast, at arbeiðsdagurin byrjar kl. 05:00 á morgni. 

Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. 

Umsóknir 
Prógv og lívsrensl (cv) skulu saman við umsókn sendast við at trýsta á ljósabláa knøttin "send umsókn" og vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. apríl 2026. 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Nøkkva Kristmannsson, arbeiðsformann, á tlf. 340 988 ella við t-posti til nokr@lv.fo. 
Úrslit: