Forfólk til grótbrotið í Hundsarabotni

Landsverk sóknast eftir forfólki at fyriskipa og samskipa dagliga arbeiðið í grótbrotinum í Hundsarabotni. 

Um starvið 
Sum forfólk vísir tú til rakstrarleiðaran fyri framleiðsluna á Virkisdeildini. Tú hevur dagligu ábyrgdina av grót- og skervframleiðsluni í Hundsarabotni, har maskinførarar og handverkarar hava sum uppgávu at reka og viðlíkahalda skervverkið, koyra gravimaskinu, lessimaskinu og dumpara, umframt at loysa fyrifallandi uppgávur. Tó er vanligt, at fólk úr øðrum pørtum av Virkisdeildini hjálpa til í grótbrotinum. 

Harumframt hevur tú ábyrgdina av umsitingarligum uppgávum, sum til dømis at samskifta við kundarnar, skráseta lønir og vátta rokningar. 

Førleikar
Tú dugir væl við fólki og hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga. Tær dámar at ganga á odda og verða ein partur av arbeiðinum og loysninum, tá arbeiðið skal leggjast til rættis og útinnast. Sum persónur ert tú samstarvandi, væl skipað/ur og dugir væl at finna loysnir.  

Vit ímynda okkum, at tú hevur royndir innan verklagsarbeiði ella grótframleiðslu. Leiðsluroyndir eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. 

Umsitingarligu uppgávurnar krevja, at tú hevur telduførleika á brúkarastigi.  

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er tað umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans, umframt at tú virðir og handhevjar galdandi trygdarreglur. 

Tað er ein treyt, at tú hevur vanligt koyrikort. Stóra koyrikortið er ein fyrimunur.  

Setanarviðurskiftir
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi felag. Arbeiðsstaðurin er í Hundsarabotni, tó skulu øll starvfólk á deildini kunna arbeiða aðrastaðni á deildini, um tørvur er á tí. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði.

Umsóknir 
Umsókn við prógvum og lívsrensli skal sendast umvegis heimasíðu okkara og vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. mars 2026.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jack Johansen, rakstrarleiðari á framleiðsluni, á tlf. 340 721 ella teldupost: jajo@lv.fo
Úrslit: