Kontrollari til Landsverk
Dámar tær at arbeiða við kontrolling og roknskapi á einum stórum stovni við fjølbroyttum virkisøki? So hava vit kanska rætta starvið til tín. Vit leita eftir einum fakliga dugnaligum og nærløgdum starvsfólki við góðum samstarvsførleikum.
Arbeiðsuppgávur
Tú fert at taka tær av ymiskum fjøltáttaðum uppgávum á fíggjardeildini og verður bindilið millum fíggjardeildina og restina av stovninum.
Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um:
- Innaneftirlit
- Viðlíkahald av fíggjarstýringsskipanini til stýring av verkætlanum
- Viðlíkahald av Power BI rapportum
- Avstemmanir, millum annað av verkætlanum og játtanum
- Greiningar
- Aðrar fyrifallandi uppgávur
Tú hevur hóskandi útbúgving sum t.d. cand.merc.aud, HD-R ella aðra akademiska útbúgving innan búskap/roknskap, umframt viðkomandi royndir innan roknskaparøkið ella grannskoðan.
Tað er umráðandi, at tú er kring/ur innan KT; tú fert m.a. at arbeiða við skipanum sum Búskaparskipan Landsins, Business Central og PowerBI.
Sum kontrollari hevur tú gott yvirlit og eisini eyga fyri smálutum. Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og vænta tí, at tú hevur fakligan integritet og ert væl skipað/-ur.
Vit leggja dent á, at tú dugur at arbeiða sjálvstøðugt, umframt at tú hevur góðar samstarvsførleikar. Tú dugur at lýsa tað torgreidda á einfaldan hátt, ert fyrikomandi og til reiðar at rætta eina hjálpandi hond, tá ið á stendur.
Um deildina
Sum kontrollari verður tú partur av fíggjardeildini, ið dagliga hevur til endamáls at tryggja ein rættan roknskap rættstundis. Á deildini leggja vit dent á eitt opið sinnalag, ið miðar eftir loysnum, og at huglagið er gott á skrivstovuni.
Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Setanarøkið er Landsverk, og tænastustaðurin er í skrivstovuni í Havn.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal sendast gjøgnum heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. mars 2026.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ingolf Joensen, fíggjarleiðara á tlf. 290822 ella telduposti injo@lv.fo.
Um Landsverk
Sum landsins byggiharri stílar Landsverk fyri nøkrum av Føroya størstu og mest kompleksu byggi- og anlegsverkætlanum í landinum. Til eina og hvørja tíð eru fleiri enn 80 størri og minni verkætlanir í gongd. Harumframt er røkt av fleiri enn 200 bygningum hjá landinum upp á tilsamans 260.000 m2 og meiri enn 500 kilometrum av landsvegi, brúgvum og tunlum umframt tyrlupallum, vitum og landshavnum. Landsverk er eisini landsvegamyndugleiki og hevur ábyrgd av viðlíkahaldi og kavarudding. Stovnurin rekur eisini inntøkufíggjað virksemi í trimum grótbrotum og einum asfaltverki.







