Herfyri hendu fleiri ferðsluóhapp seint á kvøldi í hálku í Sundalagnum. Tíðindini vildu vera við, at Landsverk vildi ikki út at salta vegirnar, tí at hetta var uttanfyri vanligu arbeiðstíðina hjá vetrarhaldinum. Hetta er skeivt. Landsverk fekk ongantíð boð um, at tørvur var á salting og fekk sostatt ongantíð høvi til at taka støðu til møguliga salting hettar kvøldið.
Av tí, at slík tíðindi kunnu elva til misskiljingar er neyðugt í stuttum at greiða frá hvussu mannagongdirnar hjá Landsverki eru, tá talan er um kavarudding og salting.
Mannagongdin
Vetrarhaldið hjá Landsverki er skipað soleiðis, at landsvegirnir verða hildnir farbarir millum kl.07.00 og 21.00 yrkadagar og millum kl.08.00 kl.21.00 sunnu- og halgidagar. Hettar er meginreglan.
Í serstøkum førum verður tó arbeitt longri. Tað kann t.d. vera í sambandi við neyðsynjarørindi ella aðrar serligar umstøður. Landsverk metir í hvørjum einstøkum føri um hvørt umstøðurnar eru soleiðis háttaðar, at neyðugt er at skipa fyri salting ella kavarudding í úrtíð.
Mangan er tað politiið, ið boðar Landsverki frá, tá ið tørvur er á kavarudding ella salting uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Men til ber eisini hjá øðrum, at boða frá. Síðani ger Landsverk eina ítøkiliga meting um hvørt neyðugt er at fara út eftir kl. 21.
Saltingin
Um mannagongdina í sambandi við salting er at siga, at Landsverk roynir altíð at salta so væl, at ferðslan gongur so trygt sum til ber. Hetta verður gjørt eftir besta førimuni. Játtanin loyvir tó ikki stovninum at halda vegirnar svartar, t.v.s. fríar fyri kava, alt árið.
Um vetrarhaldið er at siga, at arbeitt verður við einari vakt. Mennirnir fara til arbeiðis kl. 5 á morgni og arbeiða í mongum førum líka til kl. 21. á kvøldi.
Fíggjarligt grundarlag er ikki fyri tveimum vaktum og ráðiligt er ikki at lata menninar arbeiða longri enn teir gera frammanundan. Tískil er meginreglan at vetrarhaldið steðgar kl. 21 – um ikki serligar umstøður tala fyri at hildið verður fram.
Landsverk vónar at fólk altíð royna at kunna seg væl um koyrilíkindini og at bilførarar taka neyðug fyrilit, tá ið kuldi er í luftini. Landsverk hevur eina upplýsingartænastu, har fólk verða kunnaði um koyrilíkindini í Útvarpinum og á heimasíðuni hjá stovninum. Hesar upplýsingar verða dagførdar fleiri ferðir um dagin.