05-10-2007
Tvøroyrar kommuna kravdi vatngjald frá landinum, annars...

..stongdi hon fyri vatninum til samferðsluhavnina í Suðuroy, sum hevði havt við sær, at bæði farstøð og farmahøll høvdu latið aftur, til málið var loyst.

Hava samferðsluhavnir atgongd til somu kostnaðarfríu tænastuveitingar í eini kommunu sum aðrir almennir stovnar, virkir ella borgarar, sum hava fingið íbindingarloyvi frá kommununi, ella ber tað til at gera undantøk - í hesum føri at krevja vatngjald frá samferðsluhavnini í kommununi? Tað er tann stóri spurningurin, sum nú hevur stungið seg upp millum Landsverk og Tvøroyrar kommunu.

Frá kommunalari havn til samferðsluhavn í kommununi
Í sambandi við at vit fingu ein nýggjan Smyril til landið var neyðugt at tillaga verandi kommunalu havn ella byggja eina heilt nýggja til endamálið. Eftir at Tvøroyrar kommuna hevði boðað frá, at Drelnes skuldi nýtast til oljuhavn, valdi landið at byggja eina nýggja havn á Krambatanga í Tvøroyrar kommunu - eina samferðsluhavn.

Tvøroyrar kommuna hevur sent Landsverki rokningar fyri vatnið, sum samferðsluhavnin nýtir til Smyril, farstøðina og farmahøllina á Krambatanga. Landsverk hevur í fyrstu atløgu afturvíst hesum rokningum við tí aftursvari, at samferðsluhavnin hevur bæði søkt um og fingið íbindingarloyvi frá kommununi, júst sum øll onnur í kommununi, t.e. aðrir almennir stovnar, virkir og borgarar, og eigur tí at fáa vatn og aðrar vanligar ókeypis tænastuveitingar frá kommununi á jøvnum føti við øll onnur í somu kommunu.

Málið steðgað upp
Eingin loysn er funnin í hesum máli enn, og partarnir eru samdir um at komast kann ikki víðari. Tvøroyar kommuna hevur síðan hótt við at stongja fyri vatninum, um Landsverk ikki rindar vatngjaldið. Hetta hevði havt við sær, at farstøðin og farmahøllin á Krambatanga høvdu latið aftur til málið var loyst, t.e. í óvissa tíð.

Landsverk hevur hinvegin biðið Tvøroyar kommunu um at royna málið í rættinum, so málið verður loyst skjótast til ber og við minst møguligari ávirkan á borgaran, ella tey ferðandi við Smyrli. Hetta setti Tvøroyar kommuna seg ímóti, og helt fast við at stongja fyri vatninum.

Landsverk vendi sær síðan til Fútarættin fyri at fáa sett fútaforboð ímóti, at kommunan stongdi fyri vatninum og fyri at fáa eitt sivilt rættarmál í gongd partanna millum.

Talan er um eitt mál, sum uttan iva bert kann loysast, um partarnir fara rættarvegin, tí ov stórur munur er á fatanini av, hvat er rætt og skeivt í hesum máli. Nú er fútaforboð sett í gildi.

Úrslit: