26-06-2009
Tvey feløg vilja umvæla Brúnna um Streymin.
LISITATIÓN: Í dag hevur lisitatión verið á Landsverki. Tvey feløg hava boðið seg fram at umvæla Brúnna um Streymin.

dag kl.14.00 var lisitatión á Landsverki um Brúnna um Streymin. Inn komu tvey tilboð uppá at umvæla betongdekkið og gera fuktbjálvingina á brúnni.

Innkomu tilboðini eru.

Articon 10.648.583,13

J&K Petersen Contractors 11.806.069,-

Alternativt boð

J&K Petersen Contractors 10.982.200,-

Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu tilboðini.

Sum kunnugt, er arbeiðið við at umvæla Brúnna um Streymin longu farið í gongd. Tað er Landsverk, sum í løtuni er í gongd við at gera forarbeiðið á brúnni. Hetta forarbeiðið inniber at fresa burtur asfaltið og nakað av betonginum niðriundir.

Arbeiðið við at umvæla betongdekkið og gera fuktbjálvingina á brúnni fer í gongd skjótast til ber.

Úrslit: