15-12-2008
Tunlar undir hátrýsti
TØKNI: Landsverk hevur avgjørt at taka í nýtslu nýggja tøkni við hátrýstspularum, sum fara at lætta munandi um arbeiði at viðlíkahalda tunlarnar.

Ímynda tær ein vanligan trýstspulara, sum tú plagar at brúka har heima í túninum. Falda so vatntrýstið við 30.

Tað eru sterkar kreftir uppá spæl, nú Landsverk roynir nýggja útgerð, sum fer at lætta munandi um arbeiði at viðlíkahalda tunlarnar. Í fyrstu atløgu er ætlanin at nýta trýstspulararnar at vaska og reinsa tunlarnar fyri leyst grót.

– Hetta fer at lætta um arbeiði og fer at økja um trygdina, sigur Sigurd Lamhauge, verkfrøðingur á vegadeildini, sum hevur staðið fyri arbeiðinum at royna nýggju útgerðina.

Hesar seinastu vikurnar hava fólk frá Landsverki roynt tveir hátrýstspularar, annar 1000 bar og hin 3.000 bar. Nýggju amboðini hava roynst so væl, at Landsverk hevur avgjørt at útvega sær hesa útgerð, sum í fyrstu atløgu verður nýtt í tunlunum.

Trygd og effektivitetur

Tunlar skulu haldast viðlíka. Teir skulu skrótast, sum merkir, at loysa leyst grót, serliga í síðunum, sum kann vera vandamikið. Eisini skulu teir vaskast. Í dag fer skrótingin fram við hond. Tað er strævið og tíðarkrevjandi.

Landsverk hevur eina tíð leita eftir nýggjum amboðum. Fyri tað fyrsta er tað ikki vandaleyst at arbeiða nær uppat einum veggi við leysum gróti. Harafturat er eisini neyðugt við munagóðum amboðum fyri at seta ferð á sjálva arbeiðsgongdina. Nógv arbeiði liggur á láni í tunlunum, og tí er neyðugt við effektivum amboðum.

Fleiri fyrimunir

Sigurd Lamhauge sigur, at nýggja tøknin gevur fleiri fyrimunir.

Arbeiðið fer at ganga skjótari, tí við nýggju tøknini kunnu teir skróta einar 100 metrar um dagin.

Arbeiði verður tryggari, tí menninir kunnu halda longri frástøðu frá vegginum. Við tíðini er eisini ætlanin, at nýta ein robott at skróta við, so at ein maður kann standa og stýra arbeiðinum við ein joy-stikki og halda góða trygdarfrástøðu.

Arbeiði verður eisini betri frágingið. Meira av smágrótinum fæst burtur og eisini verður minni skaði gjørdur á veggin rundanum. Við tað, at tunlarnir vera betri reinsaðir verður eisini lættari at spræna betong á støðni, har veggurin kann vera leysur. Og tað fer eisini at lætta um viðlíkahaldið.

Avgerð tikin

Teir hava longu roynt nýggju útgerðina. Royndirnar hava verið so positivar, at Landsverk hevur avgjørt at nýta tað nýggju útgerðina. Serliga hátrýstspularin, sum er 1000 bar, hevur roynst væl, sigur Sigurd Lamhauge.

Møguleiki er eisini fyri at nýta nýggju útgerðina til betongrenovering, t.d. at umvæla bentongbrýr, sum eru farnar av tíðarinnar tonn.

Úrslit: