Ein veikleiki í teirri føroysku tilbúgvingarskipanini eru vantandi royndir og útbúgving innan innsatsleiðslu og leiðsluna á einum skaðastaði. Hetta er niðurstøðan í eftirmetingini av fleiri tunnilsvenjingum í seinastuni
Seinnu árini hevur Landsverk – saman við sløkkiliði, sjúkrahúsverki, politi og øðrum innsatspørtum – skipað fyri fleiri tunnilsvenjingum í sambandi við vanlukkur, eldsbruna ella onnur álvarslig tunnilsóhapp.
Sjálvt um venjingarnar sum heild hava gingið væl, so er ein afturvendandi trupulleiki tann, at hvørki royndir ella útbúgving í tilbúgvingarskipanini standa nóg væl í mát við, hvussu stórar og álvarsligar uppgávurnar eru, ið tilbúgvingin skal loysa. Til dømis tá vanlukka hendir í einum tunli. Hetta er niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum, sum hevur eftirmett eina venjing í Árnafjarðartunlinum 28. apríl í ár.
Partarnar heita tí á viðkomandi myndugleikar um at seta í verk eina føroyska útbúgving í innsatsleiðslu og leiðslu á skaðastaði.
- Við fleiri venjingum av hesum slagi fara innsatsfólk at kenna sín leiklut betri, sigur Jákup N. Olsen, samskipari av tilbúgvingini hjá Landsverki.
Umframt Landsverk, ið sum ánari og myndugleiki hevur ábyrgd av teimum flestu tunlunum í landinum, luttóku í tunnilsvenjingini fólk og eygleiðarar frá Klaksvíkar Sløkkiliði, Sløkkiliðnum Eystan Múla, Politinum og Sjúkraflutningstænastuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
- Sum nakað nýtt eru vit farin undir at gera tilbúgvingarætlanir fyri teir gomlu tunlarnar, sum ikki hava nýmótans trygdarútgerð. Til dømis teir Norður um Fjall. Ætlanin er síðani at fara víðari og gera tilbúgvingarætlanir fyri aðrar av teimum smærri tunlunum, sigur Jákup N. Olsen, samskipari av tilbúgvingini hjá Landsverki.
Hann leggur afturat, at hóast tunlarnir ikki eru dagførdir ella hava trygdarútgerð, verður trygdin altíð betrað við eini tilbúgvingarætlan.
Nakað, sum er sera týdningarmikið í sambandi við trygd, er hetta at kunna geva boð frá tær í sambandi við eitt óhapp. Í samstarvi við Vodafone er hetta nú møguligt í Árnafjarðartunlinum, tí televeitarin hevur sett upp antennur í tunlinum. Um stutta tíð verður slík útgerð eisini sett upp í Hvannasundstunlinum. Við at ringja 112 ber til at koma í samband við Alarmsentralin, óansæð frá hvørjari telefyritøku fartelefonhaldið er frá.
Í arbeiðsbólkinum fyri tilbúgving í sambandi við tunnilsvenjingar sita Heini Østerø frá Tórshavnar Sløkkiliði, Martin Berg og Hallgrím Hansen frá Politinum, og Jákup N. Olsen, samskipari av tilbúgvingarætlanini hja Landsverki
Um onkur vil vita meira um tunnilsvenjingar ber til at seta seg í samband við Jákup N. Olsen, samskipara av tilbúgvingini á Landsverki, á fartel. 290 892, ella ringja til kunningartænastuna á fartel. 290 805, sum kann vísa til rætta viðkomandi.