FERÐSLUÁTØK: Fleiri tiltøk verða nú sett í verk at betra um ferðslutrygdina í Sandavági og Miðvági. Eitt tað fyrsta fólk fara at merkja er, at ferðhámarkið millum Sandavág og Miðvág lækkar úr 80 km/t niður í 60 km/t.
Tryggari vegamót og gonguteigar og lægri ferðhámark millum bygdirnar báðar.
Hetta eru tiltøkini, sum skulu gera ferðsluna í Sandavági og Miðvági tryggari. Og tey fyrstu tiltøkini verða sett í verk longu í næstum.
Ferðslutrygdin í økinum hevur leingi staðið fyri skotum. Høvuðsferðslan gongur beint ígjøgnum bygdirnar og er til ampa fyri bygdarfólkið.
Í fjør lat danska fyritøkan Via Trafik úr hondum meiri enn 20 uppskot um tiltøk, sum kunnu betra ferðslutrygdina í økinum. Hesi uppskot vóru viðgjørt á borgarafundi í Vágum í november í fjør.
Nú hava kommunurnar báðar í samstarvi við Landsverki og politiið raðfest tiltøkini, og farið verður nú til verka.
Felags bygt øki
Ein av høvuðstrupulleikunum í Sandavági og Miðvági hevur verið, at bilarnir mangan koyra skjótt, tá ið teir koma inn í bygdirnar.
Nú verða bygdinar báðar felags bygt øki í ferðsluhøpi. Hetta merkir, at sum útgangsstøði er ferðhámarkið í bygdunum 50 km/t. Millum Sandavág og Miðvág verður ferðmarkið tó 60/km í tíma, sum loyvt er í undantaksføri í bygdum øki. Í dag ber til at koyra upp í 80 km/t millum Sandavág og Miðvág.
Á vegateininum millum bygdirnar verða nú skelti sett upp, sum boða frá nær ferðmarkið er 60 km/t. Somuleiðis vera skelti sett upp, sum boða frá nær ferðmarkið aftur er 50 km/t, tá ið bilurin nærkast aðrari av bygdunum.
Arbeiðið at seta ferðslusketir upp millum Sandavág og Miðvág byrjar í næstum.
Eitt tiltak í Sandavági
Harumframt verða tríggjar verkætlanir settar í verk í ár, sum skulu gera lívið tryggari hjá teimum, sum búgva í Sandavági og Miðvági.
Við norðaru innkoyringina til Sandavágs verður tað fyrsta vegmótið ferðslutryggjað. Høvuðsvegurin verður breiðkaður nakað við vegamótið. Ferðsluoyggj verður gjørd og vegbreytin fram móti vegamótinum verður forskotin, so at bilarnir, ið koma koyrandi inn í bygdina norðanífrá mugu seta ferðina niður.
Samstundis verður ein eyka vegbreyt avmerkt miðskeiðis á vegnum til bilarnir, ið koma úr Sandavági og skulu snara inn á síðuvegin til vinstru. Hetta so at teir ikki tarna ferðsluni á landsvegnum meðan teir bíða.
Tvey tiltøk í Miðvági.
Í Miðvági verða tvey tiltøk gjørd. Annað tiltakið er at ferðslutryggja eitt vegamót omanfyri havnarlagið. Ein busslummi verður gjørdur, so at bussurin sleppur undan at steðga á sjálvari koyribreytini, so at hann tarnar høvuðsferðsluni. Ein gonguteigur verður gjørdur tvørturum vegin nakað vestanfyri og ein ferðsluoyggj og vegkantur skulu tryggja, at bilarnir seta ferðina niður áðrenn teir koma til gonguteigin.
Hitt tiltakið í Miðvági er at gera ein annan ferðslutryggan gonguteig tvørturum vegin nakað longri inni í bygdini. Hetta verður gjørt á tann hátt, at vegurin við gonguteigin verður hækkaður eitt sindur, so at bilarnir noyðast at seta ferðina niður, áðrenn teir koma til gonguteigin.
Arbeiðið tarnar ferðsluni
Ferðslan í Sandavági og Miðvági verður tarnað nakað meðan arbeiði at ferðslutryggja vegin fer fram.
Neyðugt verður at steingja aðra koyribreytina meðan arbeitt verður, og tá noyðast bilførararar og fólk annars, at ansa eftir og koyra varliga. Lýst verður frammanunan nær arbeiðið byrjar.
Landsverk hevur í samstarvi við Miðvágs og Sandavágs kommunur og politiið ætlanir um enn fleiri tiltøk, sum skulu tryggja ferðsluna í økinum. Hildið verður fram at gera hesi tiltøk næsta ár.