Landsverk arbeiðir støðugt við at betra um ferðslutrygdina á landsvegakervinum. Síðani í heyst hevur verið arbeitt við at ferðslutryggja landsvegateinin ígjøgnum bygdina Undir Gøtueiði, eystarumegin á Skálafjørðinum við Skipanes. Talan er um eitt sera ferðslutungt øki, ið er farleiðin til og úr Havn hjá øllum størstu plássunum í Eysturoynni, eins og Norðoyggjum.
Arbeiðið, sum gjørt er, hevur millum annað fevnt um at breiðka vegin omaneftir, soleiðis at pláss er fyri gongubreyt og parkeringsplássum í ovaru síðu. Breiðkingin merkir, at hvør koyribreyt nú er 3,25 metrar til breiddar.
Til tess at lækka um ferðina, tá komið verður til bygdina, verða nýggj skelti sett upp, eins og forðingar verða gjørdar á koyribreytina. Forðingarnar, ið noyða bilførararnir at seta ferðina niður, verða eins og skeltingin, gjørd í næstum.
Arbeiðið hjá Landsverki Undir Gøtueiði, sum eisini hevur fevnt um nýasfaltering, skal eftir ætlan verða endaliga liðugt til várs.
Um nakar ynskir at vita meira um ferðslutrygdararbeiði á landsvegakervinum, kann viðkomandi seta seg í sambandi við Heina Eysturoy, deildarleiðara, tlf. 290 881, ella til kunningartænastuna á Landverki, tlf. 290 804.