Ov høgt lastaðir bilar hótta trygdina í Kollfjarðartunlinum, tí vandi er fyri, at teir taka í blásararnar, ið eru festir í tunnilsloftið. Tveir blásarar hanga saman og viga tilsamans eitt tons, so stórur skaði kann standast av einum møguligum óhappi.
Blásaranir tryggja, at ikki ov nógv gass er í tunlinum. Um hesir ikki vóru, hevði verið neyðugt at stongt tunnilin, tá ferðslan er uppá tað mesta.
Sambært ferðslulógini eiga bilar ikki at vera hægri lastaðir enn fýra metrar. Bummar við tunnilsmunnarnar hanga 4,6 m frá vegnum. Kemur ein bilur í bummin, veit førarin, at bilurin er ov høgur, og kann steðga, áðrenn ov seint er. Fyrsta parið av blásarum í Kollfjarðartunlinum hanga 150 m inni frá sunnara munna og síðani eru 125 metrar millum hinar báðar. Blásararnir eru festir í tunnilsloftið 4,73 m frá vegnum.
Í hinum tunlunum kunnu ov høgt lastaðir bilar eisini gera skaða, tí har kunnu teir ríva plátuhválvini niður.
Landsverk heitir við hesum á bilførarar, um at vísa varsemi og hava trygdina í huga, tá koyrt verður gjøgnum tunlar.
Viðmerkjast skal, at bilurin á myndini omanfyri er ikki ov høgt lastaður.