Hetta verður gjørt við, at lata endurskinsvestar til øll barnagarðsbørn og øll børn, ið byrja í 1. flokki í ár. Øll 3-7 ára gomul børn - íalt 3.500 børn – í Føroyum fáa sostatt endurskinsvestar í hesum døgum.
Við átakinum vilja Tryggingarfelagið Føroyar og Ráðið fyri Ferðslutrygd vera við til, at børnini gerast tryggari í dagligdegnum og í ferðsluni, skrivar heimasíðan hjá RFF.
- Hetta átakið er eitt av fleiri átøkum, ið vit ynskja at fremja í ár, fyri at betra um trygdina hjá børnum í ferðsluni, sigur Sølvi Reinert Hansen, stjóri fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Børn í 1. flokki hava tey seinastu árini fingið endurskinsvestar, men sum nakað nýtt fáa barnagarðsbørnini eisini vestar hesa ferð.
Fyri barnagarðsbørnini er galdandi, at dagstovnarnir fáa vestarnar til ognar, meðan skúlabørnini fáa vestarnar sjálvi til ognar.