24-04-2012
Trygdarskeið um vegarbeiði

TRYGDARSKEIÐ: Nú ber til at tekna seg til skeiðið ”Vegurin sum arbeiðspláss”, sum Landsverk skipar fyri á Hotel Hafniu í Havn í døgunum 24-25. mai 2012. 

Skeiðið ”Vegurin sum arbeiðspláss” er um trygd í sambandi við vegarbeiði. Bæði trygdina hjá tí, sum arbeiðir á vegnum ella við vegin og ferðslutrygdina sum heild í sambandi við vegarbeiði.

Ein treyt fyri at arbeiða við landsveg er millum annað, at tað altíð er í minsta lagi ein á staðnum, har arbeitt verður, sum hevur prógv í hesum skeiði. 

Danskir undirvísarar fara at standa fyri undirvísingini, sum millum annað fer at geva innlit í:
- Grundleggjandi reglur innan hetta økið, og hvussu tú ber teg at ísv. vegarbeiði 
- Skelting, merking og fráboðan fyri at leiða ferðsluna rætt og boða frá vegarbeiðum 
- Skeltiplan, ábyrgd, eftirlit og samstarv við løgreglu 
- Yvirlit yvir ferðsluhagtøl – ferðsluóhapp og sløg av óhappum
- Ferðslutrygd sum heild

Skeiðið, sum skiftir ímillum fyrilestur, tjak og bólkauppgávur og sum endar við eini roynd, er fyrst og fremst ætlað verkfrøðingum, teknikarum, løgreglufólki, entreprenørum, vegformonnum og øðrum, sum hava vegin sum arbeiðspláss. Prógvið fyri hetta skeiðið skal endurnýggjast 5. hvørt ár. 

Skeiðshaldarar: Politiassistentur Svend Krarup Nielsen, Østjyllands Politi og verkfrøðingurin Finn Christiansen frá Vej-eu.dk.

Kostnaður: Kr. 6000,- fyri hvønn luttakara. Íroknað prísin er matur, skeiðstilfar og prógv.

Til ber at tekna seg til skeiðið við at senda ein teldupost til Jákup N. Olsen á Plan & Ferðslu eindini á Landsverki: jno@lv.fo. Minst til at upplýsa navn og p-tal. Seinasta freist at tekna seg til skeiðið er fríggjadagin 11.mai 2012.

Úrslit: