26-10-2007
Trygdarhegnið í Tjørnuvík liðugt

Mikudagin 24. oktober var arbeiðið at seta upp trygdarhegnið í Tjørnuvík, ið skal fyribyrgja, at grót kemur oman á vegin, liðugt og handað Landsverki.

Arbeiðið, ið byrjaði 25. september, hevur gingið betri enn væntað, og hevur tikið góðar 4 vikur, t.e. umleið 3 vikur styttri enn upprunaliga tíðarætlanin.



Trygdarhegnið longu staðið sína roynd
Hegnið, ið er 220m langt og 4m høgt kann sambært royndum í eitt nú Noregi steðga steinum, sum viga heilt upp í 10 tons.

Meðan arbeitt var við at seta upp trygdarhegnið í Tjørnuvík, kom fyrsti steinurin í netið. Steinurin vigaði 125 kg, og skalaði hetta ikki á nakran hátt hegnið.



Serkunnleiki úr Noregi
Tað er norska fyritøkan MESTA A/S, ið hevur staðið fyri arbeiðnum, og hava fólk frá Landsverki og Hans Egil Joensen & Synir verið undirveitarar. Tað er norska vegaverkið, sum hevur drúgvar royndir við tílíkari trygging, ið hevur ráðgivið Landsverki í sambandi við verkætlanina.

Samlaða verkætlanin kostar góðar 2 mió.

Úrslit: