08-06-2010
Trygdarhegn virkar eftir ætlan

OMANLOP: Eftir at hava kannað økið, har grót reið oman í Tjørnuvík sunnudagin, kann Landsverk nú staðfesta, at tons tungi steinurin, sum kom á vegin, ikki er farin í sjálvt trygdarhegnið, men beint sunnanfyri hegnið. Hetta verður staðfest út frá sporum eftir steininum bæði oman fyri og niðan fyri trygdarhegnið.

Tað var sunnumorgunin 6. juni um 8.30-tíðina, at tjørnuvíkingar hoyrdu grót rapað úr Hægstafjalli oman fyri bygdina. Ein steinur upp á umleið eitt tons endaði heilt niðri á vegbreytini, meðan trygdarhegnið tók restina tilfarinum, sum reið oman.

Fyrst varð hildið, at at steinurin var hoppaður upp um trygdarhegnið, tí onki hol var í hegninum. Og sjálvt um talan var um ein lutfalsliga stóran stein, hevði hann heldur ikki gjørt skaða á vegin.
Eftir at boðini um lopið vóru komin frá løgregluni, fóru fólk frá stovninum beinanvegin norður at kanna tilburðin og beina steinin burtur av vegnum.

Landsverk staðfestir, at trygdarhegnið á Tjørnuvíkarvegnum veruliga hevur økt um ferðslutrygdina har, eins og tað eisini hevði gjørt á øðrum vegateinum, har omanlop javnan koma fyri.

- Hóast tons tungi steinurin endaði á vegnum, so hava eini 60 metrar av trygdarhegninum støðgað restina av lopinum, ið snúði seg um eini 15-20 tons av gróti. Um trygdarhegnið hevði verið nakrar metrar longri, hevði hesin steinur heldur ikki komið oman á vegin. Sostatt virkar trygdarhegnið eftir ætlan, sigur Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini á Landsverki.

Nú verður farið undir at tøma hegnið og umvæla skaðan, sum tað hevur fingið av grótlopinum. Størstu steinarnir, sum hegnið hevur støðgað, viga upp til umleið eitt tons.

Hegnið, sum varð sett upp í Tjørnuvík á heysti 2007, er 220 metrar langt, 4 metrar høgt og stendur umleið 10 metrar frá vegnum.

Um onkur hevur spurningar til hetta málið, kann viðkomandi ringja til Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini, á tlf. 290 881 ella venda sær til kunningareindina á tlf. 290 804.

Úrslit: