Næstu vikurnar verður gjørt eitt átak fyri at fáa fleiri fólk at nýta trygdarbelti. Tað er Ferðslutrygd , sum stendur fyri átakinum. Umframt at tað verður lýst í fjølmiðlunum, verða hesaferð eisini plakatir settar við vegirnar við áminning um at spenna beltið.
Tríggjar plakatir eru: Tilkomið par, tey ung og feðgar
Átakið verður gjørt í samstarvi við Landsverk, kommunur kring landið og ikki minst politiið, sum næstu tvær vikurnar fer at gera serligt burtur úr at steðga bilum. Tá ið átakið er liðugt fyrst í juni, verður nýtslan av trygdarbelti aftur kannað.
Støðan
Fyri at kanna, hvussu stendur til við trygdarbeltinum, hevur Ferðslutrygd gjørt teljingar kring landið. og sum talvan niðanfyri vísur, má sigast, at úrslitið er misjavnt. Teljingin vísir, at vit nýta trygdarbelti minni enn fólk í grannalondum okkara. Serliga skakandi er, at so fá børn sita í trygdarbelti.
Úrslit av kanning
Um teljingarnar
Talt varð týsdagin 17. mai á hesum støðum: Tórshavn, Runavík, Miðvágur, Tvøroyri, Klaksvík og við landsvegin á Hvítanesi í Suðurstreymoy. Talt varð tvær ferðir ein tíma: frá kl. 7.45 til 8.45 og frá kl. 15 til kl. 16. Í talvuni omanfyri, eru tølini, sum eru gjørdar um morgunin og seinnapartin løgd saman. Tað eru annars nakað fleiri, ið nýta trygdarbelti um morgunin, enn um kvøldið.
At enda kann verða nevnt, at við tað, at teljing á landsvegi bert var í einum staði, nevniliga í høvuðsstaðarøkinum norðan fyri rundkoyringina á Hvítanesi, er ikki møguligt í hesum umfari at síggja, um atburðurin á landsvegi aðrastaðni í landinum er øðrvísi.