15-11-2007
Trygd í tunlum

Ferðsluóhapp í tunlum kunnu lættari elva til meira umfatandi vanlukkur, enn ferðsluóhapp á vegunum. Vit hava sæð fleiri ræðandi dømi úr øðrum londum. Tí er tað umráðandi at skipa fyri tiltøkum, sum kunnu fyribyrgja óhappum í tunlum og/ella í minsta lagi minka um avleiðingarnar.

At byggja og innrætta tunlar rætt, er partur av hesum fyribyrgjandi arbeiði. Harumframt er upplæring av teimum ferðandi og útbúgving av fólki í tilbúgvingini av stórum týdningi, soleiðis at tey vita, hvussu tey skulu bera seg at, tá ið óhapp henda.

Røtt atferð, tá ið eitt óhapp hendir, kann fyribyrgja, at eitt óhapp verður til eina vanlukku !

Allir føroyskir tunlar eru ikki dagførdir enn við neyðugari trygdarútgerð. Tí mælir Landsverk til, at ferðandi gera seg kunnugan við, hvør útgerð er í hvørjum tunli (sí faldara niðanfyri), eftirsum hetta er ymiskt frá tunli til tunnil.

Les meira í spildurnýggja faldaranum hjá Landsverki "Trygg atferð - tá ið koyrt verður í tunli", sum kann heintast her: Tunnilstrygd.pdf(1,03 MB)

Úrslit: