21-10-2010
Trý vilja gera ferðslutrygdartiltak í Sandavági
Ferðslutrygdartiltak við Valloyrarvegin í Sandavági

Farið verður í næstum undir at gera eina oyggj og ein gonguteig í vegamótinum til fótbóltsøkið í Sandavági. Verandi innkoyring til fótbóltsøkið er ov trong, og er sýnið eisini vánaligt hjá bilførarum, sum skulu út á høvuðsvegin aftur. Avgjørt er tí at betra um atkomuviðurskiftini til parkeringsplássið við fótbóltsvøllin í Sandavági.


Verkætlanin er partur av eini størri ferðslusanering í Vága kommunu, sum vit áður hava skrivað meira um her.

Hetta arbeiðið er boðið út, og lisitatión var á Landsverki kl. 14.00 í dag. Inn komu fylgjandi 3 tilboð:

ArbeiðstakararTilboðsupphæddMaskingrevstur

496.910,- 

Á Giljanesi

548.583,- 

KJO Entreprenørar

551.817,62


Kostnaðarmetingin var: 500.000.

Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu tilboðini.

Úrslit: