Trý feløg hava boðið seg fram. Tey eru HMP Consult, LBF og konsertiið MEP við Preben Hansen.
Lægsta tilboðið eigur LBF, sum er 2,2 milliónir krónur. Síðani kemur boðið hjá MEP, sum er 2,9 milliónir krónur og hægsta tilboðið, sum er 3,3 milliónir, eigur HMP Consult.
Tveir nýggjar tunlar
Ætlanin er at tryggja eina dagførda og hóskandi farleið Norður um Fjall fyri teir báðar verandi tunlarnar, sum eru trongir og ótíðarhóskandi.
Gerast skal nýggjur tunnil úr Klaksvík til Árnafjarðar, sum verður umleið 1900 metrar langur. Og nýggjur tunnil millum Árnafjørð og Norðtoftir, sum verður umleið 2200 metrar. Tunlarnir skulu hava tvey spor.
Gongst sum ætlað verður arbeiði at gera tunlarnar boðið út í seinasta lagi 1. november.