22-06-2022
Tórshavnar kommuna yvirtikið vegastrekkir
Mynd frá Tórshavnar kommunu
Mánadagin 20. juni undirskrivaðu Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, undir avtalu um avhandan av vegastrekkjum.

Landsverk og Tórshavnar kommuna hava gjørt eina avtalu um at Tórshavnar kommuna yvirtekur fleiri landsvegateinar. Talan er um hesi økir; Hvítanesvegin, Kúrdalsveg, part av Oyggjavegnum og part av Velbastaðvegnum.

Tað eru vegastrekkir, sum nú eru landsvegir, og sum kommunan nú yvirtekur.

Hvítanesvegurin verður yvirtikin frá vegamótinum við Eystara Ringveg og til nýggju rundkoyringina til Eysturoyartunnilin, góðar 3 kilometrar. Samstundis verður vegastubbin oman til rulluportrið á Hvítanesi eisini yvirtikin.

Kúrdalsvegur frá Hvítanesvegnum og oman í túnið við gomlu Royndarstøðina í Hoyvík verður yvirtikin. Somuleiðis verður Oyggjarvegurin fra vegamótinum Vestari Ringvegur og til íbindingina við Hotel Føroyar yvirtikin. Tað sama er galdandi fyri Velbastaðvegin, frá vegamótinum við Marknagilsvegin og niðan til rulluportrið við Norðasta Horn.

Úrslit: