05-09-2008
Tórshavn Marathon

Bragdið bjóðar aftur í ár rennarum úr Føroyum og útlondum til Atlantic Airways Tórshavn Marathon sunnudagin 7.september 2008 kl.13.00.

Skipað verður fyri vanligum marathon, hálvmarathon ( 21,1 km) og stuttleikarenning fyri vaksin og børn. Eisini verður skipað fyri tveimun heilsurenningum, ávikavist 5,5 km og 2,2 km.

Í ár kemur Heðin Mortensen, borgarstjóri, at halda røðu og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, kemur at seta renningina í gongd.

Tú kanst tilmelda teg til Tórshavn Marathon og lesa meira um ruturnar inni á www.torshavnmarathon.com/

Í sambandi við Tórshavn Marathon verða vegastrekkini frá íbindingini í Eystara Ringveg, eftir Hvítanesvegnum til Kaldbaks og gjøgnum Kollfjarðartunnilin til rundkoyringina í Kollafirði stongd fyri allari ferðslu sunnudagin 7. september millum kl. 13.00 og 19.00. Í hesum tíðarskeiði verður víst til Oyggjarvegin, og Landsverk vil heita á bilførarar um at vísa tolsemi.

Úrslit: