Bragdið bjóðar aftur í ár rennarum úr Føroyum og útlondum til Atlantic Airways Tórshavn Marathon sunnudagin 15. juli kl. 13.00.
Hálvt marathon og stuttleikarenning
Skipað verður fyri vanligum marathon, ½ marathon (21,1 km) og stuttleikarenning fyri vaksin og børn. Stuttleikarenningarnar verða á ávikavist 5,8 km og 3 km.
Jógvan Arge, býráðslimur, setur marathon-tiltakið.
Rutan
Allar kappingarnar byrja og enda í miðbýnum í Havn. Runnið verður fyrst 5,8 km runt í Havnini. Síðan verður runnið móti Kaldbak og aftur til Havnar. Hálvmarathon-rennarar venda áðrenn Sundsverkið, meðan marathon-rennarar venda í Kaldbak. Kort yvir ruturnar síggjast á www.torshavnmarathon.com
Tilmelding
Tú kanst fáa meira at vita um renningina og tekna teg beinleiðis á heimasíðunum:
www.torshavnmarathon.com ella www.renn.fo