MARATHON: Í sambandi við Tórshavn Marathon sunnudagin 2. september verða fleiri av vegunum innan fyri Ringvegin við Strond, Eystara og Norðara Ringveg, umframt R.C. Effersøesgøta stongdir millum klokkan 12.30 og 14.30.
Landsvegastrekkini frá íbindingini í Eystara Ringveg, eftir Hvítanesvegnum til Kaldbaks og gjøgnum Kollfjarðartunnilin til rundkoyringina í Kollafirði, eru stongd fyri allari ferðslu millum klokkan 13.00 og 19.00.
Í hesum tíðarskeiði verður víst til Oyggjarvegin. Ferðsla til og frá Kaldbak og Hvítanesi sleppur tó gjøgnum Kollafjarðartunnilin.
Víst verður til yvirlitskort her: TorshavnMarathon2012.pdf(257 KB)
Landsverk og Tórshavnar kommuna