06-06-2010
Tons tungur steinur á Tjørnuvíkarvegnum

Í morgun um 08.30-tíðina hoyrdu tjørnuvíkingar grót rapað úr Hægstafjalli oman fyri bygdina. Ein steinur upp á umleið eitt tons endaði á vegnum, meðan trygdarhegnið tók restina tilfarinum, sum reið oman.

Eftir øllum at døma er steinurin hoppaður upp um trygdarhegnið, tí ongin skaði sæst á hegninum. Sjálvt um talan er um ein lutfalsliga stóran stein, hevur hann heldur ikki gjørt skaða á vegin.

Tað var løgreglan, ið boðaði Landsverki frá. Fólk frá stovninum fóru beinanvegin norður at kanna tilburðin og fyri at fáa beint steinin burtur av vegnum.

Úrslit: