20-06-2005
Títtari dagføring av veðurtíðindum

Landsverk arbeiðir í løtuni við at fáa GPRS-samband til veðurstøðirnar kring landið. Nýggja sambandið hevur við sær, at dagføringin av upplýsingum frá veðurstøðunum verður títtari.

Veðurstøðirnar hjá Landsverki máta m.a vindferð, ætt, sól, fukt í luftini, og nakrar máta eisini hita og fukt á vegabreytini, regn og sól. Hetta seinna er sera hent, tá metast skal um koyrilíkindini. Núverandi veðurstøðir trýst her.

Brúkarir
Upplýsingarnar frá veðurstøðunum verða brúktar av Landsverki og Dansk Meteorologiskt Institut í sambandi við hálkufráboðan og av Strandfaraskipum Landsins í sambandi við havnir, og annars av fólki sum skulu ferðast við skipi ella í bili.

Upplýsingarnar frá veðurstøðunum verða dagførdar eina ferð um tíman sum er, og lagdar á heimasíðuna. Við nýggja sambandinum verða upplýsingarnar dagførdar tíggjunda hvønn minutt, og samband verður eisini til nýggju veðurstøðirnar á Sundi og í Runavík. Tænastan verður tøk um nakrar mánaðir, tá nýggja sambandið hevur verið roynt.

Veðurstøðir kring alt landið
Komandi tvey árini verða umleið 10 nýggjar veðurstøðir settar upp ymsa staðni í landinum. Arbeitt verður við at kanna, hvar støðirnar skulu vera. Veðurstøðirnar vera settar upp ymsa staðni í landinum framvið landsvegakervinum t.e við landsvegnum og í havnum.

Myndin er av nýggju veðurstøðini á Sundi.

Úrslit: