Í sambandi við tilbúgvingarætlanina, ið verður gjørd til Norðskálatunnilin í løtuni, verður ein skrivaraborðsvenjing (t.e. table top) í Leguhúsinum í Nesvík hósdagin 29. mai kl. 18.00 -21.00. Venjingin er samskipað av Landsverki saman við Brunaumsjón Landsins, Tórshavnar Sløkkilið o.ø.
Endamálið við venjingini er at royna deilætlanirnar hjá teimum ymisku pørtunum og samskifti og –starvi partanna millum.
Tey, ið luttaka í venjingini eru Sunda Sløkkilið, Skálafjarðar Sløkkilið, Løgreglan, Landssjúkrahúsið /Ambulansatænastan, Eiðis Bjargingarfelag, Eysturoyar Eystara Bjargingarfelag, og Landsverk.