31-01-2007
Tilbúgvingarætlan fyri Hovstunnilin

Á vegadeildini hjá Landsverki arbeiða tey í løtuni við at samskipa eina tilbúgvingarætlan fyri Hovstunnilin.

Sum partur av hesi ætlan hava sløkkiliðini í Suðuroynni fingið dagført sína útgerð, so hon lýkur ásettu trygdarkrøv, og í døgunum 25-27. januar 2007 skipaði Trygdardepilin hjá Vinnuháskúlanum fyri einum skeiði í tilbúgving fyri sløkkiliðsfólkum har suðuri, so nýggja útgerðin kundi roynast í verki. Skeiðið var í Øravík, meðan sjálv venjingin fór fram í Sumbiartunlinum.

Roykkaving
Venjingin var skipað sum ein "simulerað" roykkaving. Í staðin fyri at fylla royk í tunnilin, høvdu kavararnir (sløkkiliðsmenninir) fingið maskur við royklitaðum glasi.


Tveir roykkavarar við allari neyðugari útgerð fingu uppgávuna at leita eftir og bjarga persónum úr tunlinum, sum møguliga kundu liggja á vegbreytini ella -veitini. Leitað var yvir eitt umleið 50 metrar langt strekki inni í tunlinum, og venjinging gekk væl.



Skrivaraborðsvenjing
Næsta stig í tilbúgvingarætlanini verður í mars mánað, tá ið Landsverk fer at skipa fyri tí partinum av samlaðu ætlanini, sum kallast skrivaraborðsvenjing. Tá skulu allir partar í tilbúgvingini royna sín leiklut í eini venjing.

Úrslit: