19-03-2007
Tilbúgvingarætlan fyri Hovstunnilin

Tá ið Hovstunnilin verður tikin alment í nýtslu seinni í ár, skal ein tilbúgvingarætlan fyri tunnilin fyriliggja.

Hósdagin 15. mars skipaði Landsverk fyri eini "table-top" roynd (skrivaraborðsroynd) suðuri í Øravík. Venjingin var gjørd í samstarvi við trý starvsfólk frá Statens Vegvesen í Noregi umframt við Brunaumsjón landsins, Politiið, Tórshavnar sløkkilið og ambulansutænastuna.


Venjingin byrjaði við at øll sluppu ein túr inn í Hovstunnilin at hyggja eftir umstøðunum. Fv. Súni Christiansen (verkleiðsludeildin) og Fríðrik Heinesen (vegadeildin) Landsverk og Atli Olausen, Statens Vegvesen.

Lokalu partarnir vóru Vágs sløkkilið, Hovs og Tvøroyra sløkkilið, løgreglan í Suðuroy og ambulansutænastan hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi og bjargingarfeløgini.

 

Sambært normonnunum, sum hava drúgvar royndir innan tilbúgving og við tílíkum table top royndum, eydnaðist henda royndin sera væl.

Úrslit: