30-09-2010
Tilbúgving á landsvegunum á breddan

TILBÚGVING: Norðurlendskur fundur um tilbúgving var í Føroyum í farnu viku. Endamálið við fundinum var at fáa eitt enn betri og tættari samstarv millum vegaverkini í Norðurlondum á tilbúgvingarøkinum. Í hesum sambandi hevði Landsverk savnað teir samstarvspartar, ið varða av tilbúgvingini í Føroyum, til seminar á Hotel Føroyum.

Tað var hósdagin tann 23. september, at umleið 30 fólk umboðandi ymsu partarnar í tilbúgvingini her heima og harafturat 7 útlendskir gestir frá vegaverkunum í ávikavist Finnlandi, Noregi og Svøríki hittust til fundar í Havn. Á skránni vóru 5 áhugaverdar framløgur um tilbúgvingararbeiðið innan vegøkið í teimum ymisku londunum.


Jákup N. Olsen, Landsverk, greiðir frá tilbúgvingararbeiðinum á samferðslukervinum í Føroyum.

- Í Føroyum hava vit við góðari hjálp frá okkara norðurlendsku samstarvsfelagum nú í nøkur ár gjørt okkara egnu royndir við tilbúgvingarætlanum fyri tunlar og við venjingum í tunlum. Endamálið við tilbúgvingini er at tryggja best møguligt átak, um eitt óhapp skuldi hent í tunlinum. Eitt óhapp í einum tunli krevur, at fleiri partar seta inn at hjálpa, og er tað tí neyðugt, at ein tilbúgvingarætlan fastleggur bæði førleika og arbeiðsgongdir í bjargingararbeiðinum, segði Jákup N. Olsen, samskipari av tilbúgvingini á Landsverki, í síni framløgu.

Arbeiðið at orða eina tilbúgvingarætlan endar sum vant við eini praktiskari venjing, sum fer fram inni í sjálvum tunlinum, og er tað tann endaliga venjingin, sum skal seta stempul á, um tunnilin lýkur ásettu trygdarkrøvini. Deilætlanirnar hjá teimum ymisku pørtunum og samstarvið partanna millum verður tá roynt í verki. Tilbúgvingarætlanir eru higartil gjørdar fyri Hovstunnilin, Leynatunnilin, Norðskálatunnilin og Kollfjarðartunnilin, og er tað Landsverk, sum hevur ábyrgdina av at samskipa hetta arbeiðið.

Tilbúgving er samstarv og samskifti
Allir fyrilestrahaldarar løgdu serliga stóran dent á tað greiða og góða samstarvið og samskiftið sum eitt gjøgnumgangandi lyklaorð í tilbúgvingarhøpi. Tað er sera týdningarmikið, at allir partar hava eina ætlan og mannagongdir fyri, hvussu tú arbeiðir innanhýsis í fyritøkuni í kreppustøðu og saman við øðrum pørtum í tilbúgvingini. Tað skal vera púra greitt, hvør hevur ábyrgd av hvørjum, tá ið óvæntaðar vanlukkur, álvarslig óhapp og skaðar henda í samferðslukervinum, t.e. tá ið talan er um tilburðir, sum koma óvart á í dagligdegnum, og sum hava umfatandi ávirkan á fólk, ferðslu og umhvørvi.


Sten Wickberg, Trafikverket, Svøríki

Í Svøríki leggja tey stóran dent á at kunnað verður leypandi um støðuna, tá ið álvarsom óhapp henda, soleiðis at tey ferðandi á vegunum kunnu taka neyðug fyrilit, t.d. finna aðrar alternativar rutur. Innanhýsis í tilbúgvingini í Svøríki hava tey eina webbaseraða skipan, sum allir myndugleikar hava atgongd til. Har verður kunnað leypandi um støðuna, tá ið álvarsom óhapp henda, og kunnu øll soleiðis fylgja við innanhýsis í gongdini og á henda hátt vera betri ílatin til at loysa uppgávuna.

Í Finnlandi hava tey eina sentrala heimasíðu ísv. álvarsamar vanlukkur, sum finska "Forsvarsministeriet" hevur ábyrgdina av. Hendir ein álvarsom vanlukka, so vita fólk, at á tí síðuni fáa tey allar neyðugar upplýsingar um støðuna, viðkomandi telefonnummur og sambond.

Neyðugt at skráseta hóttanir
Eitt annað, sum allir fyrilestrahaldarar løgdu stóran dent á, er at skráseta allar hóttanir, t.e. skriva niður øll tey óhapp og vanlukkur, sum tú kanst ímynda tær kunnu henda á samferðslukervinum, og síðan gera ætlanir fyri, hvussu tú hevði loyst slíkar tilburðir.

- Tað er av alstórum týdningi, um tilbúgvingin skal virka optimalt, at tú í kreppustøðum hevur mannagongdir, ið liggja so tætt at dagligu mannagongdunum, sum til ber. Spurningar sum, hvat kann henda, hvør er avleiðingin, hvussu loysir tú hetta, og hvør hevur ábyrgd av hvørjum, skulu svarast frammanundan har tað yvirhøvur ber til. Hvør hending er serstøk, tí ber ikki til at finna loysnir til allar óvæntaðar hendingar frammanundan, men heilt grundleggjandi eru nøkur felags eyðkenni, sum tað ber til at finna standard loysnir fyri, segði Heini Eysturoy, deildarleiðari á vegadeildini á Landsverki millum annað.

Landsverk er væl fyri at taka sær av tilbúgvingini á sínum øki. Stovnurin hevur starvsfólk, útgerð og høli kring alt landið, umframt eitt vetrarhald, sum virkar sum ein tilbúgving. Tað er ikki óvanligt, at Landsverk tekur sær av upprudding í sambandi við t.d. skriðu- og skalvalop. Harafturat er Landsverk farið í gongd við at kanna møguligar vandar á landsvegakervinum sum heild, við tí endamáli at gera ætlanir fyri møguligar vandastøður. Roknað verður við, at størri tørvur verður á tilbúgving í framtíðini orsakað av veðurlagsbroytingunum.

Vilt tú vita meira um tilbúgvingina hjá Landsverki, ert tú vælkomin at seta teg i samband við Armgarð E. Steinhólm, leiðari á Plan og Ferðslu, fartel. 290 891, ella tú kanst ringja til kunningareindina á fartel. 290 804 ella 290 805.

Úrslit: