03-02-2009
TG Verk skal klæða Landssjúkrahúsið
ÚTBJÓÐING: Íslendska felagið TG Verk, sum átti lægsta tilboðið, hevur fingið arbeiðið at bjálva og klæða stóra B-bygningin á Landssjúkrahúsinum.

Átta felag buðu seg fram, tá arbeiðið varð boðið út 13. januar. Og tað var felagið, sum átti lægsta boðið, íslendska TG Verk, ið fekk uppgávuna.

Hetta varð endaliga greitt, tá TG Verk og Landsverk undirskrivaðu sáttmála á miðdegi í dag. Arbeiðið byrjar í vár og skal vera liðugt við ársenda næsta ár

Sum lægstbjóðandi hevur TG Verk bundið seg til at gera arbeiði fyri góðar 27 milliónur krónur. Meiri enn 20 milliónur krónur vóru millum hægta og lægsta boðið.

Millum feløgini sum buðu seg fram vóru trý íslendsk. Hini fimm feløgini vóru føroysk.

Fær nýggjan frakka
Tað er tann stóri bygningurin á Landssjúkrahúsinum - B22-bygningurin - sum nú verður bjálvaður og klæddur. Bygningurin lekur illa og tað hevur skund at fáa hann tættan.

Útsíðurnar verða bjálvaðar við skúmglasbjálving. Ein stálgrind verður fest uttan á bygningin, og uttan á stálgrindina verður ein klædningur festur.

Øll vindeygu og hurðar verða eisini skift út. Kjallaraveggirnir verða bjálvaðir og pussaðir, og takkonstruktión og takpapp verða skift út.

Tvey umfør
Arbeiðið byrjar í apríl og í fyrsta umfari verður hildið fram til november. Síðani verður ein steðgur til í mars, tá ið arbeiðið verður tikið uppaftur.

Orsøkin til steðgin er at tað er óarbeiðsligt um veturin. Samstundis verður roynt at skipa arbeiðið soleiðis, at tað darvar rakstrinum á Landssjúkrahúsinum sum minst.

Tá ið virksemið er mest vera umleið 40 fólk við í arbeiðinum at bjálva og klæða B-bygningin á Landssjúkrahúsinum.

Hetta eru tey átta feløgini, sum góvu tilboð:

Sp/f Arbor                 48.830.992,02
P/F J&K Petersen  38.223.702, 85
Sp/f Norðhús          38.000.000
P/F Articon               34.427.729
Sp/f Viking Smíð     33.339.275,66
Ehf Al-Verk               31.930.368
ÍSTAK                        30.593.081
TG Verk                     27.135.869

Úrslit: