FERÐSLUTRYGD: Fyri at økja um trygdina í tunlunum Norður um Fjall, t.e. ávikavist Árnafjarðar- og Hvannasundstunlinum, hava Vodafone og Landsverk seinastu mánaðirnar samstarvað um at fáa eina GSM loysn í tunlarnar. Hetta arbeiðið hevur gingið væl, og fegnast partarnar nú um, at komið er á mál.
Høvuðsendamálið við fartelefontænastuni í tunlunum er at gera tað møguligt hjá fólki at geva neyðsynjarboð frá sær til 112, um tey koma út fyri einum óhappi í tunlinum. Hetta ber nú til í teimum báðum tunlunum Árnafjarðartunlinum og Hvannasundstunlinum. Tá ringjast skal til 112 er líkamikið, um telefonveitarin er føroyskur ella útlendskur. Nummarið 112 riggar frá øllum fartelefonum allastaðni í tunlunum, har samband er. Til vanligar samrøður krevst hald frá Vodafone.
Tað skal viðmerkjast, at sambandið ikki er eins gott og í teimum størri tunlunum, tí talan er um trongar og lutfalsliga langar tunlar. Fortreytirnar eru ikki tær bestu fyri fartelefonsambandi, og ger hetta seg serliga galdandi á møtiplássum í Hvannasundstunlinum.
Arbeitt verður nú víðari við at fáa líknandi loysnir í hinar eldri tunlarnar, t.e. í Kunoyartunnilin, gomlu tunlarnar í Suðuroynni og í Kalsoynni.