17-08-2009
Takið hædd fyri hvørjum øðrum í ferðsluni

Nú eru næstan fýra vikur síðani arbeiðið upp á Brúnna um Streymin fór í gongd.

Tá eitt slíkt arbeiðið verður gjørt á einari so týðandi ferðsluæðr í landinum, sum Brúgvin um Streymin, merkist hetta á ferðsluni.

Landsverk hevur so væl sum gjørligt planlagt ferðsluna uttanum vegarbeiðið, og hoyrist eisini á flestu fólkum, at tey eru vælnøgd, og at at bíðitíðin við ljósreguleringini ikki er ov long.

Tó kunnu tað ísv. stór tiltøk og í meldurtíðini, bæði um morgun og seinnapartin, standast trupulleikar fyri ferðsluna, serstakliga fyri ferðsluni til og frá síðuvegunum við Brúnna um Streymin.
Illa ber til at sleppa heilt undan hesum trupulleika, men til ber at minka um ampan, um bilførarar minnast til at taka hædd fyri hvørjum øðrum í ferðsluni. Latið eina frástøðu verða í bíðirøðini, har síðuvegirnir eru, so til ber hjá bilum at sleppa út frá og inn á síðuvegirnar.

Úrslit: