18-03-2022
Tá sannleikin er illa lýddur

Hvat eru 2 milliardir millum vinir?

Løgtingið umrøddi týsdagin eitt uppskot til samtyktar um eina nýggja farleið til Suðuroyar. Av løgtingsins røðarapalli vórðu fleiri villleiðandi útsagnir bornar fram um kostnaðarmetingar hjá Landsverki. Hetta er ein rættleiðing til orðaskiftið.

Landsverk lat úr hondum 21. oktober í 2021 forkanning av einari nýggjari suðuroyarleið. Forkanningin byggir á umfatandi kanningararbeiði, sum lýsir samfelagsligar, búskaparligar og umhvørvisligar greiningar av einari nýggjari suðuroyarleið.

Forkanningin vakti ans í Føroyum og hon vakti ans uttanlands. Danski tjóðbankin brúkar frágreiðingina í sínum metingum og skotskir myndugleikar brúkar hana, sum íblástur til teirra samfelagsútbyggingar.

Frágreiðingin kann heintast her

Í Føroyum hevur tað tó víst seg, at boðskapurin smakkar illa hjá nøkrum. Tí ein av niðurstøðunum í frágreiðingini er, at ein nýggj suðuroyarleið verður mett at kosta umleið 5,4 milliardir krónur. Tað er eyðsæð, at tað er ein stór upphædd at fyrihalda seg til, tá tos hevur verið frammi um, at ein suðuroyarleið kundi gerast fyri helvtina ella har á leið.

 

Vilja vit ikki vita sannleikan?

Á sumri í 2020 setti Landsverk eina striku í sandin. Landsverk setur ikki verkætlanir ígongd, har pengarnir og uppgávan ikki samsvara.

Feskasta dømið er Fámjinstunnilin, har Landsverk hevur boðað Landsstýrinum frá, at kostnaðurin fyri at fremja tunnilin er munandi hægri enn upprunaliga metingin segði. Neyðugt er tískil við eini meirjáttan uppá 38 milliónir krónur. 

Løgtingið hevur játtað 169 milliónir krónur til verkætlanina, men tá lisitatiónstilboðini komu inn, so var lægsta tilboðið 31% hægri enn kostnaðarmetingin.  Tað er upplagt at spyrja, hví so stórur munur er á meting og lisitatiónsúrsliti. Svarið er einfalt.

Heimurin broyttist. Tá kostnaðarmetingin var gjørd var kostnaðurin fyri hvønn kilometur í tunnilsverkætlanini Norður um Fjall brúktur sum útgangsstøði og síðani vóru 6% løgd omaná. Hetta kundi gerast, tí einans 9 mánaðir vóru millum útbjóðingarnar.

Ein prísøking uppá 6% uppá níggju mánaðir hevði verið stór seinastu 15 árini, men koronufarsóttin, altjóða flutningskreppa, vørumangul og vaksandi inflatión eru øll viðurskifti, sum hvørki Landsverk ella nakar annar dugdi at meta um áðrenn.

So skjótt, sum Landsverk varð kunnugt við, at kostnaðirnir hækkaðu, so varð Landsstýrismaðurin kunnaður, so hann kundi taka støðu til, um fleiri pengar skuldu finnast ella um verkætlanin skuldi bíða. Tað halda vit er tað rætta at gera.

 

Skulu vit vita kostnaðin nú ella skulu vit gjalda seinni  

Í áðurnevnda orðaskifti á Løgtingi vóru tvær aðrar frágreiðingar umrøddar. Felags fyri frágreiðingarnar er, at báðar greiða løgtingsfólki frá, at tær kunnu byggja tunnil til Suðuroyar fyri 3,2 - 3,5 milliardir krónur. Báðar hesar kanningar byggja uppá kostnaðin at byggja Eysturoyartunnilin, sum so verður fluttur beinleiðis yvir á Suðuroyartunnilin.

So langt eru privatu fyritøkurnar og Landsverk samd. Brúka vit kostnaðin fyri hvønn  kilometur í Eysturoyartunlinum, so er metti kostnaðurin fyri Suðuroyartunnilin, um bygt verður í dag, umleið 3,4 milliardir krónur. Men vit fara ikki undir Suðuroyartunnilin í dag og fortreytirnar eru ikki tær somu, sum í 2016, tá ið verklagsavtalan fyri Eysturoyartunnilin var gjørd.   

Tað er altjóða siðvenja at leggja óvissur inn í kostnaðarmetingar, tá stórar verklagsætlanir skulu fremjast. Forkanningin hjá Landsverk av einari nýggjari suðuroyarleið leggur stóran dent á júst hesi viðurskifti, at tá vit leggja ætlanir um at gera eina verkætlan í framtíðini, so er neyðugt at hava eina týðandi óvissu við í kostnaðarmetingini.

Landsverk metir at Suðuroyartunnilin í dag hevur eina óvissu uppá 50% í kostnaðarmetingini, sum hevur við sær at metti kostnaðurin er 5,4 milliardir krónur. Tann kostnaðarmetingin er okkara besta boð við við teirri vitanina, vit hava í dag. Óvissan minkar, so hvørt óviss viðurskifti verða avgreidd.

 

Allir tunlar gjørdust dýrari enn mett

Í frágreiðingini staðfestir Landsverk at føroyskar tunnilsverkætlanir í miðal gerast 31% dýrari enn upprunaliga kostnaðarmetingin, tá upphæddirnar eru prístalsviðgjørdar. Taka vit eitt nú Eysturoyartunnilin, so kostaði hann 268 milliónir krónur meira enn mett ella 21%, framroknað til 2021 prísir. Tað eru søgulig tøl.

Kostnaðarmetingin hjá Landsverk fyri Suðuroyartunnilin er eitt sakligt boð uppá kostnaðin føroyska samfelagið skal rinda fyri farleiðina. Váðin er størri fyri stórar verkætlanir og kanska einamest, tá komið ikki er longur í fyrireikingunum. At siga, at vit kunnu byggja ein tunnil til Suðuroyar fyri sama prís, sum vit bygdu ein tunnil fyri í 2016, er ósakligt.

Tað er eyðsæð, at tað er lættari at selja eina kostnaðarmeting uppá 3,2 milliardir til føroyska skattgjaldaran enn eina uppá 5,4 milliardir krónur. Men vit hava í Føroyum alt ov ofta brent okkum av undirfíggjaðum verkætlanum og tað eigur politiska skipanin at minnast og taka í álvara.

Tí undirfíggjaðar verkætlanir, skulu bara gjaldast seinni.

 

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk

Úrslit: