Ársfrágreiðingin hjá Landsverki fyri 2009 er komin. Frágreiðingin kann lesast og síggjast her
Evnini í ársfrágreiðingini eru hesi:
Millum fakligan kunnleika og politiskar avgerðir
Fyrimunurin og høvuðsendamálið hjá Landsverki við at bjóða út, er, at tú til einhvørja tíð fært besta úrslitið og mest fyri peningin. Tó eru ikki bara fyrimunir við hesi tilgongd, tí í Føroyum er vandin fyri privatmonopolum, -duopolum ella manglandi kapping serstakliga stórur. Hetta elvir til hægri prís fyri somu veitingar, og dømir eru um, at tað almenna hevur goldið upp til 40 prosent ov nógv fyri eina verkætlan. Tí mugu ismur og politikkur ongantíð gerast ein trúðarspurningur. Politiski myndugleikin eigur heldur at skapa brúkiligar karmar, sum arbeitt verður innanfyri við viti og skili, skrivar Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, í ársfrágreiðingini. Síða 2-3
Ósamsvar millum játtanir og tíðarkarm
Allar almennar íløgur krevja játtan á fíggjarlógini, men tað er ikki líka mikið, hvussu játtanin er skrúvað saman. Á hvørjum ári finnast upp til fleiri dømi um, at fyrsti partur av eini íløgujáttan kemur í óhóskandi stødd á fíggjarlógina. Undir politisku viðgerðini verður ov sjálvdan lagt uppfyri, at tað tekur langa tíð at fyrireika eina verkætlan. Tí er oftani lítil og ongin møguleiki fyri at koma í gongd við arbeiðið til ætlaðu tíðina. Síða 8-9
Søguliga lág játtan
Sum ein avleiðing av stóru samfelagskreppuni fyrst í nítiárunum, gjørdist játtanin til rakstur og viðlíkahald av samferðslukervinum á landi søguliga lág árini aftaná. Hetta metið er síðani sligið fleiri ferðir, tí sæð í mun til príshækkingar og økt slit, er játtanin seinastu 14 árini minkað við einum helmingi. Síða 6
Bygningsreglugerð á veg
Reglur og krøv til nýbygging, umbygging og umvæling av bygningum hevur verið ein mangulvøra innan føroyska bygging. Farið varð undir at loysa henda trupulleika í 2009, tá arbeiðið við bygningsreglugerð byrjaði. Nú er komið væl áleiðis, og reglugerðin verður væntandi liðug í ár. Síða 10-11
Trygg ferðsla í sundum og firðum
Landsverk hevur eftirlit við 61 vitum kring landið. Eftirlitið fevnir um skipað sýn av lanternum, fýrvinklum, vitahúsum og streymveiting. Eisini hetta málsøkið hevur verið í visjónskvørnini hjá Landsverki, og úrslitið er eitt týðiligt frambrot. Síða 7
Ferðslutrygd er felags ábyrgd
Landsins myndugleikar tóku í 2007 avgerð um, at talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða skal lækka við einum triðingi innan ár 2015. Avgerðin er fyrst og fremst grundað á nullhugsjónina, ið ger greitt, at ongin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni. Síða 14-15
Sparingar og økt virkisføri
Skerjingar, orsakað av minkandi eftirspurningi, og herd altjóða krøv til endurnýtslu, hava ávirkað virksemið hjá Landsverki seinnu árini. Samstundis hava broyttu tíðirnar sett ferð á at nútímansgera framleiðsluna av skervi og asfalti. Síða 12-13
Ein stovnur av serfrøðingum
Tøkniligar broytingar á nærum øllum økjum í samfelagnum og herd krøv til góðsku hava havt við sær, at stórar broytingar eru farnar fram á flestu arbeiðsplássum, bæði í framleiðslu og arbeiðshátti. Ikki minst hjá Landsverki, ið er ein breiður og vitanartungur stovnur við starvsfólkum, ið hvør á sín hátt hava stóra servitan. Síða 4-5
Um tú vilt vita meira um ella úr ársfrágreiðingini hjá Landsverki kanst tú venda tær til kunningareindina á tlf. 290 804/290 805. T-postur: kami@lv.fo.
Heilsan
Landsverk