04-11-2005
Tá ið verklagslóg og fíggjarlóg ikki samsvara.

Hósdagin 3. november 2005 kunngjørdi sjónvarpið, at landsgrannskoðanin hevur lagt fram frágreiðing fyri fíggjarárið 2004. Í hesi frágreiðing verður millum annað víst á, at játtanin til samferðsluhavnina í Suðuroy ikki er hildin, og at 2,9 mió. kr. eru nýttar ov nógv. Orsøkin til hetta er sambært frágreiðingini, at Landsverk hevur stýrt eftir verklagslógini og ikki hildið seg nóg neyvt til fíggjarlógina.

Fyrst má ásannast, at Landsverk í hesum máli átti at givið fíggjarlógini nógv størri ans, og boða Vinnumálaráðnum frá fyrst í árinum, at peningur fór at mangla í á fíggjarlógini. Ein orsøk til at hetta ikki var gjørt er, at tað er fyrstu ferð Landsverk arbeiðir við eini verkætlan, sum er staðfest í eini verklagslóg, og har fíggjarlóg og verklagslóg ikki samsvara.

Tá ið tað er sagt, er málið ikki so svart/hvítt, sum borið var fram í sjónvarpinum. Gongdin hevur verið, at ein verklagslóg fyri samferðsluhavnina í Suðuroy var samtykt á vári 2003. Hon staðfesti, at ein samferðsluhavn fyri í mesta lagi 60 mió. kr. skuldi gerast, og at henda skuldi vera liðug á heysti 2004. Á sumri 2003 var sáttmáli undirskrivaður við arbeiðstakara. Longu tá bindur landið seg í prinsippinum til at bera útreiðslurnar samsvarandi verklagslógini, tað vil siga 60 mió. kr. Við árslok 2003 verður fíggjarlógin fyri 2004 samtykt, og játtanin til samferðsluhavnina er tá 3 mió. kr. lægri, enn karmurin í verklagslógini. Sostatt vóru ikki pengar til tað, sum landið hevði bundið seg til.

Meðan seinasta eykajáttanarlógin fyri 2004 var til viðgerðar, gjørdist Landsverk vart við støðuna, og bað um eykajáttan, svarandi til tað, sum manglaði í. Hetta var tó ikki játtað í fíggjarnevndini við tí grundgeving, at stovnar ofta biðja um eykajáttan seint á árinum, at talan ofta er um meirnýtslu á rakstrarjáttanum og um pening, sum tá longu er brúktur. Í sambandi við samferðsluhavnina var tó hvørki talan um rakstarjáttan, ella at peningurin var brúktur, men hinvegin um íløgujáttan. Peningurin var ikki brúktur, men tó bundin av sáttmálanum, sum var undirskrivaður árið fyri.

Støðan var soleiðis, at havnin var nærum liðug, men manglaði peningur at gera hana heilt lidna. At steðga øllum virksemi tá, og til dømis byrja aftur við ársskiftið 2005, hevði havt við sær stórar eykaútreiðslur fyri landið, uttan at fáa nøkur virðir afturfyri. Samlaði kostnaðurin hevði eisini farið upp um karmin í verklagslógini. Harafturat hevði havnin ikki verið liðug sum ásett í verklagslógini. Sostatt bar ikki til at halda báðar lógirnar, uttan so at onnur var broytt. Landsverk metti, at skilabest var at gera havnina lidna, og harvið fáa virðir fyri alla játtanina. Báðar lógirnar kundu ikki haldast, sum støðan var.

Tann ósvaraði spurningurin er so, um tingið hevði játtað tann manglandi peningin, um áheitanin kom fyrr á árinum. Er svarið játtandi, hevði trupulleikin verið loystur. Er svarið noktandi, var Landsverk í somu støðu, sum tað endaði í, nevnliga at Landsverk var tvingað at bróta eina lóg.

Framyvir er tað tí sera umráðandi, at verklagslógir og fíggjarlóg samsvara, og má hetta vera eitt beinleiðis krav. Skuldi ein feilur hent, til dømis í sambandi við periodiseringar um ársskiftir, mugu tey, sum vara av verkætlanum, ansa betri eftir og leggja størri orku í at rætta hesar feilir sum skjótast.

Úrslit: