Aftur í ár skipar Tórshavnar Súkklufelag og Statoil Føroyar fyri stóru súkklukappingini "Statoil Kring Føroyar" í døgunum 18.-22. juli. Kappingin er í 5 dagar, og súkklað verður somu rutur sum undanfarin ár.
Ruturnar
1. teinur Einkultstartur í Klaksvík 8 km
2. teinur Landavegssúkkling í Eysturoy 105 km
3. teinur Einkultstartur í Sandoynni 22 km
4. teinur Landavegssúkkling í Suðuroy 77 km
5. teinur Landavegssúkkling í Streymoy 120 km.
Skelting og vegleiðing
Kappingarleiðslan syrgir fyri, at leiðbeinandi skeltir verða sett út á øll vegamót á teinunum. Harumframt hevur kappingarleiðslan hjálparfólk við øll vegamót, har tað er neyðugt at stýra ferðsluni.
Landsverk vil í hesum sambandi heita á allar bilførarar um vinarliga at vísa varsemi og ansa eftir súkklunum á vegunum.
Meira fæst at vita um kappingina á heimasíðuni hjá Tórshavnar Súkklufelag www.tsf.fo