KUNNING: Landsverk hevur framleitt tveir stuttfilmar til sjónvarpið um, hvussu tú sum bilførari fyrireikar teg til vetrarkoyringina, og annars uppførir teg skilagott í vetrarferðsluni. Filmarnir verða at síggja fyrstu ferð í Gevið Gætur áðrenn Dag & Viku í kvøld, mánakvøldið 21. november.
Vegadeildin og kunningartænastan á Landsverki hava arbeitt saman um framleiðsluna av hesum stuttfilmum, sum skulu geva bilførarum nøkur góð ráð, tá koyrt verður í hálku/kava.
Filmur 1 kann heintast her:
Filmur 2 kann heintast her:
Um nakar vil vita meira um trygdarátakið hjá Landsverki ísv. vetrarkoyring, kann viðkomandi venda sær til Armgarð E. Steinhólm, leiðara fyri plan og ferðslu á deildini fyri infrakervi hjá Landsverki, tlf. 290 891, ella til kunningartænastuna á tlf. 290 804 / 290 805.