26-01-2010
Studentaskúlanæmingar vitja Landsverk
KUNNING: Sjey studentaskúlanæmingar úr Hoydølum løgdu sær í gjár leiðina inn á Landsverk til eina framløgu um Landsverk og fakið verkfrøði. Felags fyri teir sjey næmingarnar er áhugin í verkfrøðini, sum stendur ovarliga á breddanum, tá ið hesi í nærmastu framtíð, ja kanska longu komandi summar, velja sær lestrargrein og yrkisleið

Tað var nú ein dagin, at lestrarvegleiðingin á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði vendi sær til Landsverk og vildi vita, um nakar kundi siga nøkrum næmingum eitt sindur um Landsverk sum arbeiðspláss, um verkfrøði sum lestrarfak, og um hvussu tað er at arbeiða sum verkfrøðingur.


Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini, kunnar um Landsverk sum heild.

Frá almennum arbeiðstakara til fjølbroytta serfrøði
Klokkan 13 í gjár møttu so teir sjey næmingarnar á Landsverki. Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini, og Dia Lamhauge, verkfrøðingur á ferðsludeplinum á Landsverki tóku ímóti næmingunum og høvdu hvør sína framløgu.

Heini greiddi frá Landsverki sum arbeiðspláss, hvørjar uppgávur Landsverk varðar av, hvussu bygnaðurin sær út, hvørjar visjónir og kjarnuvirðir Landsverk hevur og hvussu tað er at arbeiða á Landsverki. Ein av niðurstøðunum hjá Heina var, at Landsverk gjøgnum tíðina hevur flutt seg frá at vera ein almennur arbeiðstakari til ein meira nútímans trimmaðan stovn við færri starvsfólkum, men fjølbroyttari serfrøði.


Dia Lamhauge, verkfrøðingur á ferðsludeplinum á Landsverki, greiðir frá sínum royndum.

Dia Lamhauge, verkfrøðingur á ferðsludeplinum á Landsverki, byrjaði á Landsverki í 2009. Dia greiddi næmingunum frá tíðini, tá ið hann las verkfrøði í Danmark, um undirvísingarhættir, um fortreytir og fyrireiking, um skúlatíð og frítíð, bústaðarmøguleikar og onnur góð ráð á vegnum frá einum, sum júst hevur verið alt hetta ígjøgnum. Og so er tað tíðin eftir loknað útbúgving, hvussu tað er at vera og arbeiða sum nýútbúgvin verkfrøðingur á Landsverki, um arbeiðstíðir, uppgávur, netverk, víðari menning o.a.


Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur á plan- og prosjekteindini á vegadeildini, greiðir frá ymsum ítøkiligum verkætlanum.

At enda greiddi Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur á plan- og prosjekteindini á vegadeildini, frá ymsum ítøkiligum verkætlanum, sum teir arbeiða við og hava arbeitt við.

Á Landsverki vóna tey, at hesi ungu fingu nøkur góð ráð við á vegnum, og at áhugin fyri verkfrøðini sjálvsagt er upp aftur størri eftir vitjanina.

Úrslit: