12-11-2009
Stórvenjing í Norðskálatunlinum í gjárkvøldið
TILBÚGVING: Í gjárkvøldið var skipað fyri stórvenjing i Norðskálatunlinum í sambandi við at tunnilin nú er liðugt dagførdur og hevur fingið neyðugu trygdarútgerðina og eina tilbúgvingarætlan. Endamálið við venjingini var at royna deilætlanirnar hjá teimum ymisku pørtunum og samskiftið og -starvið partanna millum

Føroyum hava vit nú í eina tíð gjørt okkara egnu royndir við tilbúgvingarætlanum og venjingum. Mannagongdin er soleiðis, at fyrst er ein "table-top" roynd ella ein skriviborðsvenjing og síðan ein stórvenjing. Skriviborðsvenjingin fyrigongur, sum orðið sigur, á skriviborðinum bara og ikki í sjálvum tunlinum. Stórvenjingin harafturímóti fer fram inni í sjálvum tunlinum og er tann endaliga venjingin, sum skal seta stempul á, at nú lýkur tunnilin ásettu krøvini.

Seinasta venjingin í Norðskálatunlinum
Í gjárkvøldið, mikukvøldið 11. november, 2009, skuldi so tann endaliga tilbúgvingarætlanin fyri Norðskálatunnilin, sum nú fyriliggur, roynast í verki í eini stórvenjing í Norðskálatunlinum. Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini vóru Sunda Sløkkilið, Skálafjarðar Sløkkilið, Politiið, Ambulansutænastan og Landsverk. Harafturat vóru nógvir eygleiðarar og gestir við frá øðrum bjargingarfeløgum og sløkkiliðum í landinum. Samanlagt møttu umleið 90 fólk í Leguhúsinum í Nesvík, sum hetta kvøldið var tilhaldsstaðið áðrenn og aftaná venjingina í tunlinum. Tá øll, sum luttóku beinleiðis í bjargingararbeiðnum í tunlinum komu afturat aftaná venjingina, vóru umleið 130 fólk savnaði í Leguhúsinum í Nesvík, so ikki kann sigast annað enn, at stórur áhugi er fyri slíkum venjingum.

Trygd og tilbúgving
Tá ið stjórin á Landsverki, Oyvindur Brimnes, hevði bjóðað vælkomin og sagt nøkur orð, høvdu Armgarð E. Steinhólm, leiðari á ferðsludeplinum á Landsverki og Jákup N. Olsen, samskipari av tilbúgvingarætlanini hvør sína framløgu um ávikavist tilbúgvingina hjá Landsverki og so sjálvan Norðskálatunnilin, hvussu hann er útgjørdur, klassifiseraður og dagførdur til at lúka dagsins krøv.

"Ferðsluóhapp í tunlum kunnu lættari elva til meira umfatandi vanlukkur, enn ferðsluóhapp á vegunum. Vit hava sæð fleiri ræðandi dømi um tað í øðrum londum. Tí er tað umráðandi at skipa fyri tiltøkum, sum kunnu fyribyrgja óhappum í tunlum og/ella í minsta lagi minka um avleiðingarnar", segði Armgarð E. Steinhólm í síni framløgu.

At byggja og innrætta tunlar rætt, er partur av hesum fyribyrgjandi arbeiði. Harumframt er upplæring av teimum ferðandi og útbúgving av fólki í tilbúgvingini av stórum týdningi, soleiðis at tey vita, hvussu tey skulu bera seg at, tá óhapp henda.

"Røtt atferð, tá eitt óhapp hendir, kann fyribyrgja, at eitt óhapp verður til eina vanlukku!", segði Armgarð Steinhólm víðari í síni framløgu.

Endamálið við tilbúgvingarætlanum yvirhøvur er at tryggja best møguligt átak, um eitt óhapp skuldi hent í tunlinum. Í eini tilbúgvingarætlan hava allir partar í tilbúgvingini fastar mannagongdir. Av tí at eitt møguligt óhapp í einum tunli krevur, at fleiri partar seta inn, er neyðugt at ein tilbúgvingarætlan fastleggur bæði førleika og arbeiðsgongdir í bjargingararbeiðinum. Allir partar í tilbúgvingini hava ábyrgd av at gera og dagføra deilplanin fyri sítt arbeiðsøki, meðan Landsverk samskipar tilbúgvingarætlanina og skipar fyri, at venjingar verða hildnar í tunlinum.

Trygg atferð í tunlum
Allir føroyskir tunlar eru ikki dagførdir enn við neyðugari trygdarútgerð. Tí mælir Landsverk til, at ferðandi gera seg kunnugan við, hvør útgerð er í hvørjum tunli (sí faldara niðanfyri), eftirsum hetta er ymiskt frá tunli til tunnil. Les meira í faldaranum hjá Landsverki "Trygg atferð - tá ið koyrt verður í tunli", sum kann heintast her (1,03 MB) Landsverk heitir á fólk, um at hava ein tílíkan faldara ella vegleiðing liggjandi í bilinum, soleiðis at tú sum bilførari veitst, hvussu tú skalt bera teg at, tá ið tú koyrir í tunli.

Stórur áhugi fyri venjingini
Sum áður nevnt møttu nógv fólk úr øllum landinum til hesa stórvenjing. Tveir bussar við fólki (gestum og eygleiðarum) koyrdu niðan til tunnilin, tá ið venjingin skuldi vera. Fólk frá Landsverki greiddu í bussunum frá, hvat fyri ferðsluóhapp nú var hent. Tríggir bilar høvdu rent saman inni í tunlinum. Trý fólk vóru í tí eina bilinum, og tvey í hinum báðum, t.e. samanlagt 7 fólk skuldu nú bjargast úr bilunum/tunlinum.

Gestir og eygleiðarar stillaðu seg nakað burturfrá vanlukkustaðnum, soleiðis at bjargingarfólkini sluppu væl framat. Tað sá alt veruligt út við nógvum royki, illa farnum bilum og rópum um hjálp úr bilunum. Tá ið sløkkiliðsbilar, politiið og ambulansur komu á staðið fór sjálvt bjargingararbeiðið í gongd. Fólkini í bilunum fingu hjálp og vóru flutt í sjúkrabilar, staðið varð ruddað o.s.fr.


Tíðindafundarvenjing
Afturat venjingini í tunlinum var ein tíðindafundarvenjing aftaná í Leguhúsinum í Nesvík, har syrgt varð fyri, at eitt umboð fyri hvønn partin í tilbúgvingini sat í einum pallborði, júst sum partarnir vildu gjørt í eini veruligari støðu. Orðstýrari var Jákup N. Olsen, Landsverk.


F.v. Jógvan Nolsøe, Ambulansutænastan, Sunleiv Højgaard, Skálafjarðar Sløkkilið, Signheðin Davidsen, Sunda Sløkkilið, Jón Klein Olsen, Politiið, Oyvindur Brimnes, Landsverk. Frammanfyri pallborðið er tað Petur Lava Olsen, Brunaumsjón Landsins, sum tekur samanum allan innsatsin.

Tað vóru kunningarráðgevararnir á Landsverki, sum skipaðu fyri tíðindafundinum og høvdu fyrireikað spurningar til pallborðið. "Kreppusamskifti er partur av tilbúgvingini hjá Landsverki. Av trygdarávum er tað sera týdningarmikið, at tú í slíkum álvarsomum støðum boðar greitt og eintýtt frá støðuni", sigur Súsanna Mc. Birnie, kunningaráðgevi á Landsverki.

Vilt tú vita meira um tilbúgvingina hjá Landsverki ert tú vælkomin at seta teg i samband við Jákup N. Olsen, samskipara av tilbúgvingini á Landsverki, á fartel. 540 886, Armgarð E. Steinhólm, leiðara á ferðsludeplinum, á fartel. 540 891, ella tú kanst ringja til kunningina á fartel. 540 804 ella 540 805, sum síðan kann vísa til rætta viðkomandi.

Úrslit: