FERJUHAVN: Kanningar hjá Landsverki vísa, at óansæð hvar ein møgulig nýggj ferjuhavn í Svínoy verður løgd, so eru bæði fyrimunir og vansar við teimum ávístu plássunum. Hinvegin er sera stórur prísmunur, tí um ferjuhavnin kemur at liggja Yviri í Havn, verður hon umleið tríggjar ferðir so kostnaðamikil, sum at leggja hana nærhindis verandi atløguplássi á Eiðinum.
Í høvuðsheitum eru tað alduviðurskiftini og atkomuviðurskiftini, ið ávikavist eru fyrimunir og vansar við teimum báðum plássunum í Svínoy, sum eru kannaði í samband við eina nýggja ferjuhavn. Hesi plássini eru Yviri í Havn og á Eiðinum. Har onnur havnin hevur fyrimun, hevur hin vansar og øvugt.
Alduviðurskiftini Yviri í Havn eru góð á flest øllum ættum og kanningarnar vísa, at hendan havnin verður nýtilig alt árið. Siglingarroyndirnar vísa, at streymurin verður ongin forðing fyri góðari og tryggari atløgu har. Onki er heldur til hindurs fyri, at skip kann liggja í havnini í ringum líkindum. Hinvegin eru atkomuviðurskiftini frá landi sera trupul. Fyri at fáa vegasamband við havnina krevst, at ein tunnil verður gjørdur. Leysliga roknað verður havnin Yviri í Havn mett at kosta umleið 40 mió. kr., meðan tað fer at kosta aðrar 100 mió. krónur at gera tunnilin.
Viðvíkjandi alduviðurskiftunum á Eiðinum eru tey soleiðis háttaði, at ein havn har verður nýtilig í umleið 90 prosent av árstíðini. Streymur hevur ongi árin á atløguviðurskiftini, og havnin verður mett at verða góð og trygg, tá alduhæddin er lægri enn tveir metrar uttan fyri havnina. Tá aldan fer upp um tríggjar metrar, skolar nógv og máttmikil alda inn yvir havnina, sum ger, at onki kann vera í havnini ella nærhindis. Vegna stóra trýstið verður neyðugt við serligum festum í botnin, so verjugarðurin verður nóg sterkur at standa ímóti briminum.
Atkomuviðurskiftini frá landi er góð eftir vegnum frá bygdini yvir á Eiðið. Leysliga roknað verður havnin á Eiðinum mett at kosta millum 40-50 mió. krónur. Sostatt er hetta bert ein triðingur av samlaða kostnaðin sum fyri verkætlanina Yviri í Havn, sum fer at liggja um 140 mió. krónur fyri sjálva havnina og tann tunnilin, ið krevst fyri at kunna nýta havnina.
Landsverk hevur á fundi í dag lagt úrslitið av kanningini fyri býráðið í Klaksvík.
Øll frágreiðingin frá kanningini hjá Landsverki av nýggjari ferjuhavn í Svínoy kann lesast her: Svinoy_kanning_ferjuhavn.pdf (533 KB)
Um nakar vil vita meir um kanningina av atløguviðurskiftunum í Svínoy, ber til at ringja til Ewald Kjølbro, leiðara fyri havnadeildina á Landsverki, tlf. 290861, ella til kunningareindina á tlf. 290804/290805, ið kann vísa til rætta viðkomandi.