31-05-2011
Stórur áhugi fyri Skúladeplinum við Marknagil
KUNNINGARFUNDUR: Stórur áhugi er í byggivinnuni fyri byggingini av Skúladeplinum við Marknagil. Eitt kunningartiltak á Hotel Føroyum í dag kl. 13.00 fyri limum i Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag er fullteknað

Arbeiðið at byggja Skúladepilin við Marknagil verður boðið út í summar, og í hesum sambandi bjóða Landsverk og Vinnuhúsið í samráð við Mentamálaráðið byggivinnuni til kunnandi fund. Her fara umboð fyri Landsverk at greiða frá útbjóðingargongdini, tíðarætlan og øðrum viðurskiftum í sambandi við stóru byggiverkætlanina.

Talan er um Føroya størstu byggiverkætlan nakrantíð, har fyritøkur í byggivinnuni og aðrar fyritøkur kunnu bjóða upp á tilsamans 25 byggientreprisur.

Úrslit: