06-04-2011
Stórur áhugi fyri ferðslutrygd
Runavíkar Kommuna skipaði í týskvøldið fyri borgarafundi í Løkshøll í samabandi við ferðslutrygdarætlanina fyri vegateinin Undir Gøtueiði til Mýravegin í Runavík. Talan er um eitt samstarv millum kommununa, Landsverk og Løgregluna.

Eini 50 fólk vóru møtt til borgarafundin at hoyra um og gera viðmerkingar til ítøkilig uppskot at betra ferðslutrygdina á vegateininum.

Hetta er seinni borgarafundurin í sambandi við arbeiðið at gera ferðslutrygdarætlanina. Á fyrra fundinum vórðu trupulleikar lýstir og á hesum seinna fundinum var høvi hjá borgarum at koma við viðmerkingum til uppskot til loysnir, ið arbeiðsbólkurin hevur gjørt.

Magnus Rasmussen, borgarstjóri, byrjaði við at bjóða vælkomin og greiddi frá arbeiðinum. Síðani legði Dia Lamhauge, vegna arbeiðsbólkurin, fram uppskotið. At enda varð høvi at gera viðmerkingar og seta spurningar. Umboð fyri kommununa, Landsverk og Løgregluna sótu í paneli og svaraðu spurningum frá áhoyrarunum.

Arbeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum er at tryggja bæði gjøgnumgangandi ferðslu og lokalu ferðsluna, har hædd verður tikin fyri báðum, so tey ferðandi hava so lítlan ampa av hvørjum øðrum sum gjørligt.

Sum heild varð ætlanin væl móttikin. Fólk søgdu seg sum heild vera nøgd við, at ferðslutrygdin verður tikin upp í eini størri ætlan og ikki bert viðgjørd í einkultmálum. Á fundinum komu nógvar konstruktivar viðmerkingar og góð hugskot fram.

Arbeiðsbólkurin fer nú at viðgera viðmerkingar og annað, sum er komið fram undir arbeiðinum og kemur við einum endaligum tilmæli til stýrisbólkin longu í næsta mánaði. Síðani er klárt at fara undir at fremja ítøkilig ferðslutrygdartiltøk.

Runavíkar Kommuna hevur valt at raðfesta økið við Glyvra skúla høgt, umframt aðrar skeltingar og merkingar. Landsverk raðfestir ferðtálmandi tiltøk serliga á Mýravegnum. Júst her er nógv høg bilferð máld, samstundis sum hetta er ein teinur, har nógv børn og aðrir fótgangarar skulu yvir um vegin til skúla og frítíðarítriv.

Um onkur vil hava viðmerkingar til ferðslutrygdarætlanina í Runavíkar Kommunu, ber til at ringja til Armgarð E. Steinhólm, leiðara á plan og ferðslu, Landsverk, tlf. 290 891, ella til Kunningartænastuna, tlf. 290 804/805.

Úrslit: