Landsverk fer nú undir at leggja allar dátur um tunlar í Føroyum inn í eina elektroniska viðlíkahalds- og rakstrarskipan, sum nevnist SMART. Í hesum sambandi verður ein samlað støðumeting av øllum tunlum í landinum gjørd umframt ein praktisk uppdeiling av somu.
Hetta arbeiðið verður gjørt í samstarvi við serfrøðingar frá Rambøll úr Svøríki í viku 45 og 46. Ítøkiliga ætlanin fyri alt hetta arbeiðið sær fyribils soleiðis út:
SuðuroyDagurTíðarætlanHovstunnilinSunnudagur04.11.07SumbiartunnilinMánadagur05.11.07HvalbiartunnilinTýsdagur06.11.07SandvíkartunnilinTýsdagur06.11.07
Borðoy
ÁrnafjarðartunnilinHósdagur08.11.07HvannasundstunnilinHósdagur08.11.07
Kalsoy
TrøllanestunnilinSunnudagur11.11.07Teymur í DjúpadaliSunnudagur11.11.07MikladalstunnilinMánadagur12.11.07RitudalstunnilinMánadagur12.11.07VillingardalstunnilinMánadagur12.11.07
Kunoy
KunoyartunnilinTýsdagur13.11.07
Eysturoy
NorðskálatunnilinHósdagur15.11.07LeirvíkartunnilinMikudagur07.11.07
Streymoy
KollfjarðartunnilinMikudagur14.11.07LeynatunnilinFríggjadagur16.11.07
Vágar
GásadalstunnilinFríggjadagur16.11.07
Fyri at órógva ferðsluna sum minst fer alt hetta arbeiðið fram um kvøldið og náttina. Tunlarnir verða stongdir millum kl. 22.00-06.00, meðan arbeitt verður.